Kveikingarkvøld - monologar
Dagfesting:
12. februar 2025
Byrjar klokkan:
19:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
20:00
Mikukvøldið 12. februar verður skrivikappingin aftur á skránni. Í ár eru tað monologar sum skulu skrivast. Tí hava vit eitt kvøld har vit kunnu hoyra meir um monologar, práta og seta spurningar.
Gunnvá Zachariassen og Paula Gaard fara at tosa um monologar og onkur brot verða lisin upp úr monologum. Vit fáa okkum ein góðan kaffimunn og kunnu fáa eitt prát um monologar.
Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld - um ætlanin er at skriva monologar ella ei.
Møguleiki verður eisini fyri at tekna seg til skriviskeiðið sum veður síðst í februar - nærri verður at frætta um hetta tá tað nærkast. Skriviskeiðið er altíð ókeypis og øll eru vælkomin.
Skrivikappingin er eitt afturvendandi tiltak í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu.
Legg í álmanakka
Onnur tiltøk
11
februar
2025
Rithøvundavitjan : Sólrún Michelsen
12
februar
2025
Kveikingarkvøld - monologar
13
februar
2025
Filmur: Vísdómur eydnunnar - friðarferðin hjá Dalai Lama
18
februar
2025
Søguløta á Bókasavninum við Løkin