Konsert við Mads Langer

Dagfesting:
26. apríl 2025
Byrjar klokkan:
21:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
22:30

MADS LANGER Í LØKSHØLL

Nú fyrireikingarnar til árligu Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu av álvara eru farnar ígongd, er tað ein fragd at kunngera, at tað verður danski Mads Langer, sum í ár leggur navn og tónleik til høvuðskonsertina leygarkvøldið 26. apríl kl. 21.00. Talan er um eina nærkonsert, har allir teir góðu sangirnir eru í hásæti. Mads Langer spælir klaver og gittar, og við sær á pallin hevur hann bassleikaran Oliver McEwan.

Fyri júst 20 árum síðani debuteraði Mads við staklagnum 'Breaking News', og síðani tá hevur hann givið út ørgrynnu av sokallaðum 'hittum'; m.a. 'Elephant', 'Fact Fiction', 'Flawless' og 'Overgir' mig langsomt' og 'Drømmeland'. Fyrsta heildarútgávan kom út í 2006 og síðani tá hevur hann latið 6 aðrar heildarútgávur úr hondum, og hevur framført á alskins festivalum og fyri fullsettum konserthølum. Nýggjasta heildarútgávan, 'Kærlighed & Frygt' kom út í oktober í fjør, og hetta er fyrsta útgávan við donskum tekstum. Í kjalarvørrinum á útgávuni hevði Mads 27 konsertir runt um í Danmark í fjør.

Føroyingar kenna hann kanska eisini frá sjónvarpsrøðini 'Piano', sum nýliga hevur verið víst í Kringvarpi Føroya, har Mads er ein av serfrøðingunum saman við klaverleikaranum Tanju Zapolski.

Mads er enn sum áður sera virkin sangskrivari, og seinasta útspælið hjá honum er staklagið 'Raketter' frá desember 2024.

Vit gleða okkum sera nógv at bjóða Mads Langer á pallin í Løkshøll.

Atgongumerki á 350 kr + 20 kr í avgjaldi á loksholl.fo

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

11
februar
2025
Rithøvundavitjan : Sólrún Michelsen
12
februar
2025
Kveikingarkvøld - monologar
13
februar
2025
Filmur: Vísdómur eydnunnar - friðarferðin hjá Dalai Lama
18
februar
2025
Søguløta á Bókasavninum við Løkin