Bókmentir, dypp & sauna

Dagfesting:
27. februar 2025
Byrjar klokkan:
16:30
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
18:30

BÓKMENTIR, DYPP & SAUNA

Tiltak á Glyvrum 27. februar kl. 16.30

 Í døgunum 26. februar til 1. mars sær ein nýggjur altjóða bókmentafestivalur dagsins ljós í Føroyum, og í hesum sambandi fáa vit í Runavíkar kommunu forkunnuga rithøvundavitjan av bretsku Amy Liptrot. Amy Liptrot vitjar í Bátafelagnum á Glyvrum hósdagin 27. februar kl. 16.30 og fer m.a. at greiða frá sera væl umtóktu ævisøguni 'The Outrun', sum nú eisini er filmatiserað. Kaffi og okkurt søtt afturvið verður at fáa. Tá ið løtan saman við Amy Liptrot í Bátafelagnum er av, er møguleiki at dyppa og fara í flótandi sauna (sí saunadypp.fo) inntil kl. 18.30.  

Avmarkað atgongd. Kostnaður 125 kr (+8 kr í avgjaldi).

Amy Liptrot er journalistur og rithøvundur og búsitandi í Yorkshire í Englandi men vaks upp á einum bóndagarði í Orkney. Í mong ár búðleikaðist og starvaðist hon í London, men gjørdist so mikið bundin av rúsevnum og alkoholi, at hon misti sítt starv, hús og sín mann. Fyri koma burtur úr støðuni og fóta sær aftur flutti hon heim aftur til Orkney. Alt hetta hevur hon skrivað um í virðisløntu ævisøguni 'The Outrun' frá 2016, sum nýliga eisini er filmatiserað við Saoirse Ronan í leiklutinum sum Amy Liptrot. Hon hevur eisini skrivað essay um havsvimjing og sagt verður at hon eisini sjálv hevur brúkt havsvimjing fyri at styrkja og menna seg. Hennara nýggjasta bókaútgáva 'The Instant' frá 2022 er eitt framhald av 'The Outrun' og er á 'Sunday Times Bestseller' listanum.

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

11
februar
2025
Rithøvundavitjan : Sólrún Michelsen
12
februar
2025
Kveikingarkvøld - monologar
13
februar
2025
Filmur: Vísdómur eydnunnar - friðarferðin hjá Dalai Lama
18
februar
2025
Søguløta á Bókasavninum við Løkin