STROYMDUR FYRILESTUR: Heilin

Dagfesting:
25. mars 2025
Byrjar klokkan:
18:00
Staðseting:
Bókasavnið við løkin
Endar klokkan:
20:00
Beinleiðis stroymdur náttúruvísindaligur fyrilestur úr Aarhus universiteti. Hvussu finna vit meining við lívinum? Nýggj heilagransking vísir at sosial sambond, tónleikur og matur leiðir til eina endurtakandi ringrás av hugi og njótilsi, sum í besta flagi kann geva okkum meining og betra okkara lívsgóðsku. Fyrilestur v/ Morten Kringelbach, professari í neuroscience

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við.

Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar á høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn.

Um Løkshøll ikki er upptikin til annað virksemi, verða fyrilestrarnir stroymdir har - og annars verður bókasavnið nýtt. Vit ganga tó altíð inn ígjøgnum bókasavnið. 

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

11
februar
2025
Rithøvundavitjan : Sólrún Michelsen
12
februar
2025
Kveikingarkvøld - monologar
13
februar
2025
Filmur: Vísdómur eydnunnar - friðarferðin hjá Dalai Lama
18
februar
2025
Søguløta á Bókasavninum við Løkin