Vinnararnir av skrivikappingini 2024

22. apríl 2024

Fyri fjórðu ferð var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum í ár er 21.-28. apríl. Uppgávan í ár var at skriva eitt ummæli av einum heilarverki, útgivið í 2020 ella seinni.

3 virðislønir vóri latnar, fyrsta og onnur virðisløn, umframt virðisløn til ungt fólk sum vísir serliga góð evnir.

Fyrsta virðisløn varð latin til Rakul í Gerðinum fyri ummælið "Sniðfundiga samansett orð".

Dómsnevndin skrivar: Ummælið snýr seg um tvey yrkingasøvn eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Tykisljóð og Setorð.
Ummælið brúkar egið myndamál og hevur bæði rís og rós til verkini. Tað greinar og setir í frásjón, og lesarin fær tekstabrot at síggja, so at ummælið er sum ein sýnisgluggi, har verkið verður presenterað, og lesarin fær gjørt
sær sínar egnu metingar. Ummælið er humoristiskt, og skrivarans upplivingar eru lýstar, uttan tó at seta skrivaran í sentrum. Tað er væl skrivað og atfinningarsamt, men við virðing ásannandi, at tað er trupult at finnast at.

Onnur virðisløn varð latin Birgitt Remmel fyri ummælið "Tann seinasta gandakellingin?"

Dómsnevndin skrivar: Ummælið er um bókina Sára Malena eftir Sólrun Michelsen. Eitt sera víðskygt ummæli við tilsipingum til aðrar bókmentir og rák. Áhugaverdar viðmerkingar til dr. Jakobsens brigdið av søgnini um Beintu. Viðgerðin umfatar sjónarhorn søgunnar og lesarauppliving og hevur sera áhugaverdar hugleiðingar um, hvørja funktión hugleiðingar Sólrunar við hvørt kapittul hava. Niðurstøðan setur søguna í nútíðar frásjón á áhugaverdan hátt.

Virðislønin til ungt fólk sum vísir serliga góð evnir fór til Hjørdis Rannváardóttir Reistrup.

Dómsnevndin skrivar: Ummælið er um Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal. Ummælið byrjar á spennandi hátt og fangar lesaran, áðrenn bókin verður nevnd. Skrivarin førir okkum við endurtøkum inn í universið í bókini, á sama hátt sum røðarar í bókini gera til tess at sannføra fólkið. Ummælið er greinandi og perspektiverandi og vísir á, hvussu fámannaveldið virkar. Faklig hugtøk verða brúkt og ummælið sipar til annan ungdómsskaldskap. Ummælið nevnir eisini, at ikki nógvar slíkar bøkur eru á føroyskum, og evni, sum verða viðgjørd, eru vanliga sett í samband við heilt onnur samfeløg enn okkara. Ummælið endar við at seta sera viðkomandi samfelagsligar spurningar.

---

Vit ynskja vinnarunum hjartaliga til lukku, og vit fara at leggja ummælini út á síðuni hjá Bókasavninum við Løkin sum skjótast. Eisini takka vit fyri eitt hugnaligt kvøld við kveikjandi upplestri frá vinnarunum og tónleiki frá Bjørt Holm.

 

 
 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
03. mai 2024
Ungir telvarar vitja í býráðssalinum
02. mai 2024
Kór Glyvra Kirkju í Mariukirkjuni
02. mai 2024
Býráðsfundur verður í dag 2. mai 2024 kl. 16