Kór Glyvra Kirkju í Mariukirkjuni

02. mai 2024

Tað hevur í eina tíð ligið í kortunum, at Kór Glyvra Kirkju skuldi syngja í Mariukirkjuni, nú nonnurnar liggja fyri at fara av landinum. Konsertin byrjaði kl. 19:30 í kvøld, og væl av fólki var møtt til løtuna.

Skráin hjá kórinum var hendan:

-Nú strýkur vár um heimlandsvøll/ eftir Tummas Napoleon Djurhuus og Knút Olsen.
-Nú hitar sólin bjarta/ eftir Hans A. Djurhuus og Jógvan Waagstein.
-Dimmið/ eftir Christian Matras og Jógvan Waagstein.
-Ímillum Trøini/ eftir Snorra Hjartarsyni (í týðing hansara Martin Næs) og Kára Sverrisson.
-Bøn/ eftir Dmitri Bortniansky (1751-1825).
-Nú Harrin er mín hirði/ eftir Kristinu Toftegaard og Samuel Sebastian Wesley.
-Leið meg Gud á lívsins veg/ eftir Mikkjal á Ryggi og John Steiner.
-Sálmur 25/ eftir E. Edwards (1830-1907).
-Sálmur 19/ eftir R. Woodward (1744-1777).
-Ave verum/ eftir W. A. Mozart (1756-1791).
-Turn Thee again, O Lord/ eftir Thomas Attwood (1765-1838).
-Nú anga grøs og blomstur milt (felagssálmur)/ eftir Carl David frá Wirsén í týðing Hera Tróndheims.

Jensina Simonsen leikti á urgu, Kári Sverrisson sang sangin ”Ímillum trøini” hjá Snorra Hjartarsyni og spældi sjálvur undir á guitara og Meinhard Bjartalíð stjórnaði kórinum.

Kórið fæst í løtuni við at taka upp til eina útgávu í Rituvíkar kirkju, - og sunnukvøldið kl. 19 verður konsert í Glyvra kirkju.

ES: Ólavur Frederiksen tók myndirnar.

Seinastu tíðindi

16. mai 2024
Úr Oyndarfirði til Bangladesj
15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
13. mai 2024
Ruddingardagur í Elduvík 18. mai
13. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgvingar­deg­num leygar­dagin 11. mai