Conformity is the jailer of freedom and the enemy of growth

21. apríl 2024

Røða flutt fram av borgarstjóranum, táið Mentanarvikan 2024 varð sett í Gulu smiðju seinrapartin.

Einastaðni millum Skarðið Fossar og Lónsbrekku í Leitishaganum á Glyvrum, tætt heiman fyri ta sokallaðu Fjallmannakeldu liggur ein steinur, sum ein fjallskipan í várgongu á Hjøllum kom fram á. Ein breiðvaksin bóndasonur lyfti hann høgt uppfrá við báðum hondum, og steinurin gjørdist tá eitt hav, uppkallað eftir triðelsta bóndasoninum í Heimistovu. Hetta hendi í fyrru helvt av 17. øld, og havið liggur enn og bíðar eftir at fleiri fáa takholt á tí. Steinurin gjørdist hav Ólavs Sterka.
 
Var langt av landi skotin hendan dagin fyri kortum, táið deyðsboðini frættust um ein mann higani, sum var farin um kempualdur og væl tað. Hann var vinnuligur granni hjá Gulu smiðjuni, blikksmiður, og ein av strugglarunum, pionerunum, sum við tíðini fingu tær tríggjar bygdirnar her í námindum at vaksa saman til ein bý. Bjarni Hansen. Bjarni Blikk. Flogvit og multikunstnari. Seinru árini komu vit báðir, hóast aldursmunin og ymiskar áskoðanir, at kennast somikið væl, at vit gjørdust vinmenn. Tá eg frætti um feigdina, staddur hinumegin stórhavið, setti eg mær sjálvum spurningin, hví vit føroyingar javnan hava áneyðir at spyrja onnur spurningin: ”Hví ert tú ikki bara sum hini?” Hví siga vit ikki bara: ”Verð teg sjálvur ella sjálv(!)” Bjarni ynskti ikki at vera onkur annar, hann vardi sín egna originalitet, sagt í positivari merking, og júst tað gjørdi mannin serliga áhugaverdan. Hann hugsaði sjálvur eftir egnum fyritreytum. Valdi kameleónmodeleringina frá.
 
Tað var amerikanski forsetin J. F. Kennedy, myrdur á opnari gøtu í Dallas í Texas fyri 60 árum síðan, sum einaferð segði: ”Conformity is the jailer of freedom and the enemy of growth.” Líkskapur ella einsrættan er fangavørður frælsisins og fíggindi vøkstursins. So satt - so satt. Tað er í skiftisvirknaðinum millum ymsar áskoðanir og mentanir, á mørkum og landamørkum, at tey vakrastu blomstrini vaksa.
 
Ein av heimsins gitnastu røðum byrjar soleiðis: ”To be, or not to be.” Hamlet hjá William Shakespeare. Prinsurin umhugsar deyðan ella tað at doyggja fyri egnari hond. Hann vegar lívsins sviða og órættvísi upp ímóti øðrum møguleikum, sum kanska eru uppaftur beiskari at hava við at gera. Hetta snýr seg eisini um einsemi, kanska um kensluna av at kenna seg einsamallan.
 
Menniskjað er ikki sett í verðina til at einrøða fyri sær sjálvum. Burturúr tí kemur lítið – fyri ikki at siga onki. Vit eru skapt til at ganga í flokki, og tað er júst í flokkinum at vit, hvør einsæris, fyri alt í verðini ikki mega missa okkum sjálvi burtur. Tað ræður um at halda fast um egnan samleika, egna mentan og egin virðir. Líkamikið um vit eru einstaklingar, bygdir ella tjóðir. Samrakstrarmátturin býr í ymisleikanum. Mununum. Frávikunum. Ójavnunum.
 
Burturúr hesum kom herrópið: Frá ytstu mørkum inn á miðjuna. Elduvíkingar, skálfirðingar, oyndfirðingar og øll vit onnur eru úrslit av drúgvum processum. Ella sum yrkjarin og presturin John Donne tók til í 17. øld: No man is an island. Boðskapurin er, at vit øll eru partar av eini størri heild.
 
Í dag fer aftur ein mentanarvika úr barkastokki. Við tíðini er hon vaksin organiskt til at gerast ein samrakstrarmáttur um 15 svæði – 15 bygdir. Onkursvegna ætlað sum eitt konsentrat, sum ein sýnisgluggi, har mentanin í gerandisdegnum er í fokus og spaðað verður til við átøkum sum hava algyldugan áhuga hjá allari tjóðini. Alt frá føroyskum dansi til ávarpanina um ta stórhending, at ein søldfirðingur hevði flutt báðar sáttmálarnar í heilagu skriftunum yvir á føroyska tungu fyri trífjerðingsøld síðan. Frá Óla Poulsen til Bjørn Eidsvåg. Frá saunagosi við Prestá til Astrid Luihn í Glyvra kirkju. Frá fernisering á Skipanesi til morgunsang í Oyndarfirði. Ketilin er á kókinum alla vikuna, ja, so treystliga, at ongin megnar at renna mentanarvikuna av.
 
Hetta snýr seg í stóran mun um samfesti. Samfesti millum menniskju og bygdir - sum í felag eru ein kommuna. Í ymisleikanum er tað avgerandi, at ein felagsstrongur gongur ígjøgnum okkum – sum fremur felagsskapin – eina kommunu. Mótrák liggja latent og lúra eftir møguleikanum, og tey flestu hava hoyrt orðini: «Wenn ich Kultur höre ... entsichere ich meinen Browning». ”Táið eg hoyri orðið kultur nevnt…..spenni eg hamaran á skammbyrsu míni.” Orðini eigur nazisturin Hanns Johst, skrivað í leikritinum ”Schlageter”, sum hann ognaði Adolfi Hitler. Vandin um nakað sum líkist hesum skríður skærur um heimin í dag, har valdsskipanir hava tikið rættin um framsagnarfrælsi frá sínum egna fólki.
 
Veturin hevur havt ilt við at sleppa takinum, man var næstan farin at halda, at siðbundnu árstíðirnar vóru farnar úr spónalagnum, men táið mentanarvikan í Runavíkar kommunu byrjar, er várið á okkum, og tað sprettur á fold og spírar. Afturvendandi áminningin um lív og gróður. Gloymi ongantíð eina løtu, ein sunnumorgun í Hallgrímskirkjuni í Reykjavík, uppkallað eftir skaldinum og prestinum Hallgrími Péturssyni, sum m.a. yrkti teir gitnu passiusálmarnar. Ein av sungnu sálmunum hendan sæla morgun var: ”Nú strýkur vorið völl og dal svo vöknar brár í fjallasal.” Tað gekk ein flógvur streymur, ein ylur, niður ígjøgnum mønuna á mær, tá eg saman við hundraðtals íslendingum sang hendan sálmin ”Nú strýkur vár um heimlandsvøll við lýkkutámi millum fjøll; nú fánar fonn, og grasið grør, nú vaknar aftur heimlandsjørð”, hjá Tummasi Napoleon Djurhuus í íslendskari týðing við lagi eftir Knúti Olsen.
 
Áleið soleiðis kennist tað hendan seinrapartin, nú mentanarvikan fer úr barkastokki.
 
Fyri at venda aftur til bóndasonin í Heimistovu, Ólav Sterka, er tað at siga, at ein avbygdadrongur um jólini var komin á fríggjaraferð á Glyvrum. Garða Mikkjal nevndur og í útsjónd eitt reystmenni. Hann helt til í Norðistovu. Tollaksmessudag var av fagrasta veðri, menn flotaðu og fóru út at rógva. Lítið bar til, og komnir inn fyri Saltnesi við 6´mannafarinum, gjørdu teir av, at hin breiðvaksni, lágur á vøkstri kortini, Ólavur, og Garða Mikkjal skuldu kapprógva inn í gomlu Glyvra støð. Heimistovumaðurin sat í eystara og avbygdadrongurin í vestara borði. So ójavnt gekk á, at teir róðu framvið støðni og endaðu inni á Ryggi. Burturúr hesum kom heitið, sum enn er gitið – Ólavur Sterki. Skommin var so ovurhonds stór, at bóndin í Norðistovu gjørdi tað liðugt millum dóttrina og dreingin, sum hon frammanundan hevði lagt allan alsk sín til.
 
Hetta var lagið fyri fýra hundrað árum síðan um hesi svæði. Nakrir bóndagarðar og fá fólk í mun til triðju størstu kommunu í landinum, har ið 4.400 fólk nú búleika og fara at halda mentanarstevnu í eina viku. Nú snýr tað seg ikki um kropsligar avbukingar, men um at sýna fram tæri okkara í virkan og skapan.
 
Evsta samrakstrarmáttin fáa vit aldri við at siga øðrum: ”Hví ert tú ikki bara sum hini(?)”, - men við at siga øðrum: ”Verð teg sjálv ella sjálvur.” Í ymisleikanum millum fólk og bygdir býr møguleikin fyri hini at kalla óavmarkaðu syntesuni.
 
Vælkomin.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
03. mai 2024
Ungir telvarar vitja í býráðssalinum
02. mai 2024
Kór Glyvra Kirkju í Mariukirkjuni
02. mai 2024
Býráðsfundur verður í dag 2. mai 2024 kl. 16