Vinnararnir av ársins skrivikapping

19. apríl 2024

Fyri fjórðu ferð var skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður 21.-28. apríl.

Í ár eru ummæli á breddanum, og vinnararnir eru funnir og verða kunngjørdir sunnukvøldið 21. apríl kl. 19 á Bókasavninum við Løkin. Borgarstjórin fer at bjóða vælkomin, Bjørt Holm fer at spæla tveir satsir á cello og so verða virðislønirnar handaðar og vinnandi ummælini verða lisin upp. Øll eru hjartaliga vælkomin til eitt hugnaligt kvøld við tónleiki og skaldskapi
Fyriskipararnir ynskja við afturvendandi skrivikappingini at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap.

Bókasavnið við Løkin

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
02. mai 2024
Býráðsfundur verður í dag 2. mai 2024 kl. 16
29. apríl 2024
Broytingar í innsavning­ini vegna 1. mai
29. apríl 2024
Klippið trø og runnar framvið vegi