Orðaskifti í Løkshøll í Runavík mánakvøldið 22. apríl

19. apríl 2024

Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit?

Mentanarvika er í Runavíkar Kommunu í døgunum 21.-28. apríl, og føroyska málið fær høga raðfesting á skránni, eins og undanfarnu árini.

Mánakvøldið verður spennandi orðaskifti um vitlíki og føroyska málið í Løkshøll í Runavík, har ymiskir luttakar fara at siga sína hugsan um evnið.

 

Orðaskiftið er skipað undir yvirskriftini ”Móðurmál og vitlíki – á hvørjum máli samskifta vit?”

Vitlíki er eitt hent amboð, sum nógvir føroyingar longu brúka í gerandisdegnum. Fyri at ikki verða eftirbátar, er neyðugt at seta sjóneykuna á vitlíki og støðuna hjá føroyska málinum, siga fyrireikararnir úr Runavíkar kommunu.

Spurt verður hvussu føroyingar brúka vitlíki og á hvørjum máli vit orða okkum. Hvørjar avleiðingar kann tað fáa, um føroyskt ikki er tøkt á vitlíki? Og hvør hevur ábyrgdina av, at menna føroyska máltøkni soleiðis at okkara mál eisini gerst ein valmøguleiki á vitlíki?

 

Katrin Petersen er orðstýrari, og kjakbólkurin er umboðaður av viðkomandi listafólki, máláhugaðum og fólki, ið brúka vitlíki í gerandisdegnum.

 

Fundarfólkið fær eisini høvi at koma til orðanna um evnið. Umframt málsliga kjakið, kunnu vit gleða okkum til góðan, føroyskan tónleik við Daniu O. Tausen og Ragnari Finsson.

 

Orðaskiftið verður mánakvøldið 22. apríl klokkan 19.00 í Løkshøll í Runavík. Tiltakið er ókeypis.

Sí annars fjølbroyttu skránna hjá Mentanarvikuni á mentanarvikan.fo

 

Hjartaliga vælkomin

Visit Runavík

 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
02. mai 2024
Býráðsfundur verður í dag 2. mai 2024 kl. 16
29. apríl 2024
Broytingar í innsavning­ini vegna 1. mai
29. apríl 2024
Klippið trø og runnar framvið vegi