FÆ2022

04. november 2021

Kommunala skattatrýstið í Runavíkar kommunu verður 21½ % - hitt sama sum í verandi ári (2021). Virðið á Spjaldrinum, frítíðarkortinum, ætlað ungdóminum úr 6 til 18 ára aldur, verður framhaldandi 2.500 krónur fyri hvønn einstakling. Hildið verður fast við skipanina ansingini viðvíkjandi, soleiðis, at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Nakrar smærri dagføringar vera gjørdar í foreldragjøldunum og barnafrádrátturin verður hin sami sum frammanundan – 8.000 krónur, ið er millum teir hægstu í landinum.

Fíggjarætlanin fyri 2022 javnvigar við 242 milliónum krónum.

Skuldin verður ætlandi niðurgoldin við 7,3 mió. kr., ongi nýggj lán verða upptikin í 2022 sambært ætlanini, og raksturin hækkar við 4,2 %´um, sum í mestan mun er avleiðing av stórum fólkavøkstri, lønarhækkingum, vaksandi barnavernd og nýggjum virksemi í ungdóms- & aktivitetshúsinum Gulu smiðju í Saltangará. Tá sagt verður, at ongi lán verða tikin upp í 2022, er hædd ikki tikin fyri máli/málum, sum enn ikki eru búgvin at taka støðu til, og harvið mega fáa eina serstaka viðgerð í nýggja fíggjarárinum, tá tíðin er komin til tess.

Í løtuni (pr. 1. oktober 2021) svarar nettoskuldin hjá Runavíkar kommunu til 53% av einari álíkning, og roknað verður við, at hon liggur eitt vet hægri um ársskiftið 2021/2022.

Allan leygardagin, hin 30. oktober, í ein hálvan sólarring uttan steðg, sat býráðið á fyrireikandi arbeiðsfundi í Saltangará - til tess at fáa smíðaða eina ætlan fyri næsta fíggjarárið. Á fundinum samdust øll tey 11 umboðini fyri Lista A (7), Lista B (1), Lista C (1) og Lista D (2) um uppskotið, sum varð lagt fram á almenna býráðsfundinum í dag. Uppskotið til FÆ2022 fekk sína fyrstu viðgerð á býráðsfundinum. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlag undir uppskoti og orðaskifti, og tikið bleiv undir við uppskotinum til FÆ2022 uttan broytingar. Onnur og endaliga viðgerðin av fíggjarætlanini verður ætlandi á almennum býráðsfundi hósdagin hin 25. november 2021.

Samsvarandi FÆ2022 ætlar Runavíkar kommuna at gera íløgur fyri 55 mió. kr. í árinum sum kemur. Nakrar íløgur eru tengdar at sáttmálum og avtalum so sum grótið úr Sandoyartunlinum, Dansistovan og kommunalt nátthús í Funningi, Fjøruvegurin, gongugøta í Skálafirði og nýggja Bakkabrúgvin. Av øðrum kunnu nevnast: Fyrireiking av skúlabygging, ungdómshús á Skála, nýggir graslíkisvøllir í Runavík og á Glyvrum, útiøkið norðanfyri Gulu smiðju, miðbýarætlan, vatnverk í Funningsfirði, Fjøruvegurin í Rituvík (oman til kirkjuna og lendingina), nýskipan av gøtuljósum inn á eina grønari kós, havnalag undir Saltangará/Glyvrum, umvæling á støðni í Elduvík o.s.fr.

Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2022 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at læna til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum. Hinvegin kann ein nýggj politisk støða taka seg upp næstu 14 mánaðirnar, sum hevur ta avleiðing, at ein nýggj støða skal takast í mun til fíggjarætlanina soleiðis, sum hon er samtykt í dag og væntandi á býráðsfundinum hin 25. november.

Eitt mál sum hevur verið í umbúna og undir fyrireiking í áravís, er ætlaða svimjihøllin í Runavík. Býráðið, sum sat undan hesum, samtykti, at tekna innanvert ein karm á 100 mió. kr., og tá var politisk semja um, at arbeiða við fyrireikingunum fram hagartil, at tilboð vóru komin inn, sum kundu viðgerast tekniskt, fíggjarliga og politiskt. Sostatt verður tað sitandi býráð, sum eigur avgerðina - um svimjihøllin gerst veruleiki ella ikki. Fyrireikingarnar eru nú loknar og tilboðini vera væntandi kommununi í hondum ein av fyrstu døgunum.

Á fyrireikingarfundinum hin 30. oktober var semja um, at taka svimjihallarmálið uppaftur, tá tilboðini eru innkomin, og málið harvið er búgvið at viðgera og taka støðu til. Tað verður tá viðgjørt sum eitt serstakt mál, og verður politisk undirtøka fyri at byggja svimjihøllina, skal ein fígging skrúvast saman til tað endamálið, og tá kann ein lutur verða lántøka, sum ikki er ein trupulleiki, tá kommunan liggur einar 90 milliónir krónur undir egnum lánilofti.

Fíggjarkarmurin

Inntøkur:

Skattur 202.000.000 kr.
Eftirlønarskattur v.m. 40.000.000 kr.
Total 242.000.000 kr.

 

Útreiðslur:

Rakstur 174.700.000 kr.
Íløgur 55.000.000 kr.
Rentustuðul 2.500.000 kr.
Egnar rentur 2.500.000 kr.
Avlop í FÆ 7.300.000 kr.
Total 242.000.000 kr.

 

Raksturin skipaður á økjum

Kommunal fyrisiting 16.050.000 kr.
Almannamál 66.986.000 kr.
Børn og ung 37.076.000 kr.
Undirvísing 15.275.000 kr.
Mentamál 14.257.000 kr.
Teknisk mál 18.745.000 kr.
Kommunal virki 6.311.000 kr.
Total 174.700.000 kr.

 

Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 9,7 mió. kr. í nettoyvirskoti av rakstri sínum í árinum 2022. Hetta í mun til eitt væntað nettoyvirskot á umleið 11 mió. kr. í verandi ári.

Íløgurnar skrivaðar á øki

Skála søga 100.000 kr.
Eftirmeting av bygnaði 300.000 kr.
HMS í Rvk, s.v. Nes kommunu         150.000 kr.
Útibarnagarður 1.500.000 kr.
KT í skúlanum 400.000 kr.
Ætlan fyri skúlabygging 300.000 kr.
Ungdómshús á Skála 700.000 kr.
Kykmyndaætlan 300.000 kr.
Fornminni 250.000 kr.
Máltalva við leikvøllin á Skála 400.000 kr.
Graslíki/vøllir - Runavík/Glyvrar 3.600.000 kr.
Fyrireiking - ítróttarhús í Runavík 50.000 kr.
Fyrireiking - ítróttarhús á Skála 50.000 kr.
Dansistova í Funningi    1.000.000 kr.
Kommunal nátthús (Funningur) 300.000 kr.
Gula smiðja – innbúgv og útiøki 1.800.000 kr.
Bygdarhús í Skálafirði 200.000 kr.
Fjósið í Heimistovu 250.000 kr.
Ábøtur og umvælingar 5.900.000 kr.
Spælipláss í Runavíkar kommunu 800.000 kr.
Undirstøða til standmynd í Funningi        200.000 kr.
Vetrarfriðing í Elduvík 500.000 kr.
Miðbýarætlan 2.000.000 kr.
Útstykking (søla/keyp) -13.000.000 kr.
Kirkjugarðar 2.000.000 kr.
Vatnverk í Funningsfirði 2.000.000 kr.
Vatngoymslur á Glyvrum 4.000.000 kr.
Spillivatn 3.500.000 kr.
Vegir og øki 1.500.000 kr.
Fjøruvegur í Rituvík 2.500.000 kr.
Gøta v. Toftavatn 150.000 kr.
Gøta í Skálafirði 800.000 kr.
Gøta Søldarfjørður-Lamba 100.000 kr.
"Ledifisering" av gøtuljósum 300.000 kr.
Akfør og maskinamboð 800.000 kr.
Moldgoymsla, s.v. Nes kom. 400.000 kr.
Grótkeyp. Rvk./Skála 12.000.000 kr.
Bryggja undir Saltangará/Glyvrum 8.000.000 kr.
Fjøruvegurin 4.300.000 kr.
Bátabrúgvar í Oyndarfirði 200.000 kr.
Bakkabrúgvin 3.000.000 kr.
Lendingin í Elduvík 200.000 kr.
Glyvra strond 200.000 kr.
Bátabrúgvar í Runavík 1.000.000 kr.
Total 55.000.000 kr.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavikar kommuna.

 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
02. mai 2024
Kór Glyvra Kirkju í Mariukirkjuni
02. mai 2024
Býráðsfundur verður í dag 2. mai 2024 kl. 16
29. apríl 2024
Broytingar í innsavning­ini vegna 1. mai