Mass Hoydal

27. mars 2024

Mass Hoydal er settur sum leiðari fyri Visit Runavík, nú Marjun Niclasen er farin í farloyvi fram til 1. mai 2025.

Runavíkar býráð tók á býráðsfundi seinasta hósdag – hin 21. mars - avgerð um, at seta Mass Hoydal í starvið sum leiðari fyri Visit Runavík.

Leiðarastarvið var lýst leyst at søkja í februar í ár, og tá umsóknarfreistin var farin hin 28. februar, vóru 8 umsóknir komnar til starvið. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. apríl 2024 til 1. mai 2025.

Mass Hoydal er 47 ára gamal, og hann starvast í løtuni sum leiðari fyri Visit Sandoy. Mass Hoydal hevur fjølbroyttar starvsroyndir m.a. frá Museum Sydøstdanmark og mest er hann kendur fyri at vera verkætlanarleiðari fyri SavnsGulli, ið snýr seg um at talgilda alt útvarps- og sjónvarpssavnið hjá Kringvarpi Føroya. Harumframt hevur Mass royndir innan starvsfólkaleiðslu, fíggjarstýring, ferðavinnumenning og hevur megnað at leiða, skipa og føra stórar verkætlanir á mál. Mass Hoydal er útbúgvin magistari í miðaldarfornfrøði frá Lærda Háskúlanum í Áarósa og hevur eisini nomið sær útbúgving í leiðslu.

Mass Hoydal byrjar í starvinum skjótast tilber. Vit bjóða Mass vælkomnum, og ynskja honum blýðan byr í starvinum.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
26. apríl 2024
Vit droymdu og eltu dreymar­nar og droyma nýggjar
25. apríl 2024
Røða á flaggdagshaldi­num á Skála
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík