Eyðun Rasmussen

26. mars 2024

Væl er liðið frá síðan Eyðun Rasmussen fór um vanligan pensiónsaldur. Mong bera kenslu á hann sum starvandi í miðfyrisitingini hjá Runavíkar kommunu, og nú hann so smátt er farin at ganga til tey sjeyti, hevur hann valt at skekla seg sjálvan úr vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Tey, ið gjøgnum seinastu mongu árini hava samskift við kommununa um tryggingar, grundstykkir, skeytir o.a., hava havt nógv samskifti við Eyðun. Hann hevur verið staðsettur í kjallarahæddini á Kommunuskrivstovuni í Heiðunum saman við móttøkuni, kommunuskrivaranum og borgarstjóranum.

Eyðun var borin í heim á Skála hin 15. mars 1955. Hann er sonur Kristian og Rakul, giftur Joan, - og eiga tey tríggjar synir. Hann hevur búð á Skála alla sína tíð. Barnaskúlan gekk hann á Skála, og í 1969 lá leiðin út á Strendur í realskúla, haðan hann fekk prógv í 1972. Sum flestu skáladreingir arbeiddi hann í Turkihúsinum ella á Skipasmiðjuni, táið ein løta var, og serliga tíðarmálini tá uppiløga var í skúlanum á sumri.

Við realpróvnum í hondini fór hann at arbeiða sum húsasmiður í byggivirkinum hjá beiggjanum Pálli í eitt gott ár. Eftir tað virkaði hann sum sveisari á Skála Skipasmiðju í eitt lítið ár.

Eftir hetta intermezzo fekk hann lærupláss á deildini hjá Føroya Banka í Saltangará. Hetta var í juni 1974, og har virkaði hann fram til 1986. Hetta var tíðin tá Johan Hansen – Hanni í Bankanum – og Gorm Nielsen ráddu fyri borgum á deildini. Árini 1986-1990 arbeiddi hann sum grannskoðari hjá Grannskoðarastovuni á Skála. Hann slepti kortini ikki fíggjargeiranum. Í 1990 varð hann aftur starvssettur í Føroya Banka. Fyrstu fýra árini á høvuðsdeildini í Tórshavn og síðan fram til millenniumskiftið aftur í Saltangará.

Nú broytti hann av álvara kós. Gjørdist kommunuskrivari hjá Skála kommunu, og virkaði sum slíkur fram til ta stóru samanleggingina í 2005. Ein part av tíðini var hann eisini skrivari hjá Elduvíkar kommunu. Soleiðis gjørdist hann ein ítøkiligur partur av tilgongdini, táið fimm kommunur fyrst í hesari øldini løgdu saman av Tinghelluni norður á Førjaklettin – og úr Lamba yvir á Skála.

Nú hann gevst á professionella arbeiðsmarknaðinum, kann hann hyggja aftur á eitt virkið lív við nógvum brigdum. Táið staðbundnu nevndirnar vóru skipaðar, eftir samanleggingarnar, fekk Eyðun í uppdrag at vera skrivari hjá nevndunum, og soleiðis hevur hann hjálpt borgarstjórunum, sum altíð eru valdir oddvitar í nevndunum, at skipa fundirnar. Tað hava verið mangar góðar og gevandi løtur á Skála, í Skálafirði, Funningsfirði, Funningi, Elduvík og í Oyndarfirði.

Sum flestu aðrir føroyingar hevur hann eisini havt aðrar kasjettar á høvdinum. Tvey skeið hevur hann sitið í kirkjuráðnum á Skála, hann sat í skúlanevndini eitt skifti, í Skála sjúkrakassa sat hann eisini, eisini eitt skifti sum formaður og sum slíkur nevndarlimur í meginfelagnum hjá føroyskum sjúkrakassum. Hann var við til at skipa bátafelagið Kahyttin, staðsett við bátahylin á Skála, og hann situr framvegis í nevnd felagsins. Hann hevur í mong ár sitið í valstýrinum fyri Skála, - eisini sum formaður. Í hagapartinum Innan Gjógv er hann skrivari og kassameistari, og tey sum kenna Eyðun vita, at hann er trúgvur javnaðarmaður. Sum slíkur hevur hann í fleiri skeið sitið sum nevndarlimur í Eysturoyar Javnaðarfelag.

Fyri Runavíkar kommunu og borgarar okkara fari eg við hesum at takka Eyðuni fyri starvstíðina og ynskja honum og fjølskylduni blíðan byr í ókomnari tíð.

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

 

 

 

 

 

 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
26. apríl 2024
Vit droymdu og eltu dreymar­nar og droyma nýggjar
25. apríl 2024
Røða á flaggdagshaldi­num á Skála
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík