Hitt á Glyvrum

26. mars 2024

Lagt verður upp til inniligar tónleikaupplivingar í eygnahædd og hugnaligt túnatos, tá ið nýggju ymiskir vertir á Glyvrum lata dyrnar upp til nýggju tónleikabólkar og einstaklingar at framføra 18 stovukonsertir.

'Hitt á Glyvrum' verður leygarkvøldið 20. apríl og er eitt slag av upptakt til mentanarvikuna í Runavíkar kommunu 21.-28. apríl. Tiltakið tekur støði í kenda HOYMA konseptinum, sum nú fleiri bygdir hava tikið til sín. Tær 18 konsertirnar eru lagdar soleiðis til rættis, at til ber at uppliva fleiri teirra við at flyta seg millum vertshúsini.

Tey 9 tónleikanøvnini á skránni eru Lyon, Enekk, Edith & Allan, Son of Fortune, Robert McBirnie, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Tina Mellemgaard, Die Færøsche Polkaband.

Vertirnir taka væl ímóti gestunum og skuldi verulig svongd komið á, er matvognur á staðnum, har til ber at keypa sær okkurt til matna. Kort, yvirlit, skrá og atgongumerki verða útflýggja og øll vertshúsini hava nummar og frámerki, so lætt er at finna tey nýggju ymisku stovurnar. 

Kostnaðurin er 295 kr og til ber at keypa á atgongumerki.fo

Vælkomin innar!

 

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
26. apríl 2024
Vit droymdu og eltu dreymar­nar og droyma nýggjar
25. apríl 2024
Røða á flaggdagshaldi­num á Skála
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík