Mentanarvikan í Runavíkar kommunu

03. februar 2023

Í døgunum frá 23. – 30. apríl verður mentanarvika í øllum bygdum í Runavíkar kommunu.

Vanligt er, at skráin er fjølbroytt, rúgvumikil og inniheldur eina røð av størri og smærri tiltøkum til allar aldursbólkar. Bæði kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á dagarnar. Soleiðis vænta og vóna fyrireikarnir eisini, tað verður í ár.

Orðaskifti um føroyska málið er ein fastur táttur umframt skrivikapping. Hesaferð verður kappast um at skriva eina yrking. Vinnararnir verða kunngjørdir í mentanarvikuni, sunnukvøldið 23. apríl.

Undan mentanarvikuni skipar Bókasavnið við Løkin fyri kveikingarkvøldi, har Trygvi Danielsen og Lív Maria Róadóttir Jæger fara at lesa upp og hava eitt prát við Dorit Hansen. Kveikingardagurin verður fríggjakvøldið 10. februar kl. 19. Skriviskeiðið fer at snúgva seg um yrkingar og fyrra skeiðið verður leygardagin 4. mars og seinna verður 11. mars - bæði eru frá kl. 14-17.
Til ber at lesa meira um tilmeldingina á heimasíðuni hjá Bókasavninum við Løkin ella á facebookvanganum Mentanarvikan í Runavíkar kommunu

Enn er rúm fyri onkrum tiltaki afturat. Áhugað kunnu venda sær til Visit Runavík ella skriva til visit@runavik.fo

Visit Runavík

Seinastu tíðindi

27. mars 2024
Mass Hoydal
26. mars 2024
Eyðun Rasmussen
26. mars 2024
Hitt á Glyvrum
25. mars 2024
Sæunn Lamhauge Nolsøe fyrsti kommunu­stjóri í Runavíkar kommunu