Skúlarnir í Runavíkar kommunu partur av Skúlaneti

08. juli 2022

Fyrr í dag skrivaðu Durita Tausen vegna Skúlanet og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir avtalu um, at skúlarnir í Runavíkar kommunu - teir eru Oyndarfjarðar skúli, Skála skúli og Runavíkar kommunuskúli - verða bundnnir í Skúlanet.

Higartil hava fólkaskúlar kring landið í stóran mun sjálvir staðið fyri innkeypi og rakstri av kt-útgerð, forritum, kt-trygd v.m. Uppgávan at reka útgerðina hevur ligið hjá teimum lærarum á skúlunum, sum fáa tímar fyri at røkja kt-varðaruppgávur.

Ymsar yvirskipaðar kt-skipanir hava verið felags fyri allar skúlarnar í Føroyum, men tørvur hevur verið á enn betri samskipan og kt-trygd - og tað kemur við Skúlaneti, sum er skipað sum eitt samstarv millum Undirvísingarstýrið, Nám, KT Landsins, kommunur, skúlar og aðrar útbúgvingarstovnar. Skúlanet er ein felags rakstrar- og tænastuskipan, ið skal menna og reka eitt vælvirkandi og trygt kt-net fyri alt undirvísingarverkið, sum ásett í Fólkaskúlalógini.

Skúlarnir koma framhaldandi at keypa tólbúnað v.m., men uppsetingin verður miðsavnað hjá Skúlaneti, sum eisini tekur ábyrgd av trygdini á netinum.

Í summar verður fyrsta stigið tikið, og netið á skúlunum verður kannað og um neyðugt uppstigað. Síðani er klárt at binda netverk og tólbúnað á skúlunum í Skúlanet.

Á myndini eru f.v.: Hans Michael í Mittúni og Durita P. Joensen frá Runavíkar kommunuskúla, Nomi Jacobsen frá Skála skúla, Durita Tausen umboðandi Skúlanet/KT Landsins og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
26. apríl 2024
Vit droymdu og eltu dreymar­nar og droyma nýggjar
25. apríl 2024
Røða á flaggdagshaldi­num á Skála
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík