Jógvan lagt líggjan

02. januar 2022

Beint fyri jól løgdu umboð fyri Runavíkar kommunu leiðina norður til Funnings fyri at heilsa uppá Jógvan Johannesen. Vit hittust í Ólvustovu. Umboð fyri staðbundnu nevndina vóru eisini til staðar.

Nú Jógvan var komin fram í hálvi sjeytiárini, helt hann, at tíðin sum slóttumaður í kirkjugarðinum og rottutýnari í bygdini var av fyri hansara viðkomandi. Hann hevur ikki verið í føstum starvi, men hevur tikið sær av hesum fyri Funnings kommunu og eftir samleggingina fyri Runavíkar kommunu, umframt tey størv hann annars hevur røkt.

Hann tók slótturin og týningina uppá seg eftir pápan, og hevur tikið sær av hesum í á leið eina fjórðingsøld síðani.

Borgarstjórin takkaði honum fyri væl útint verk, og handaði honum einum málning sum tøkk fyri tíðina.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
26. apríl 2024
Vit droymdu og eltu dreymar­nar og droyma nýggjar
25. apríl 2024
Røða á flaggdagshaldi­num á Skála
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík