Fjarðarok í Skálafirði

23. juni 2021

Í samband við at farið er um longsta dag, verður skipað fyri summarsólstøðuhaldi á bryggjuni í Skálafirði leygardagin 26.06.2021.


Tað er Bygdarfelag Skálfirðinga, ið skipar fyri, og verður tiltakið nevnt "Fjarðarok"


Bryggjan er øll gjørd klár til tiltakið, og verður har sett stórt tjald upp, eins og hoppiborgir, kaffivognur o.m.a.
Tiltakið er familju og barnavinarligt, og er alt økið á bryggjuni í Skálafirði væl og virðiliga ruddað, so rúmd er fyri, í hvussu so er hálvthundrað húsvagnum, men av praktiskum orsøkum, vera húsvagnaeigarar bidnir at boða frá við komu á tlf nr. 507070.


Wc-skúrar og aðrir hentleikar eru klárgjørdir til endamálið, og longu fríggjadagin ber til at seta húsvagnar á staðið, og er ravmagn ókeypis.


Bátahylurin í Skálafirði er eisini sera væl egnaður fyri stuttleikabátar, og er har rúmd fyri fleiri bátum enn ein gevur sær far um. Eisini her er bátaatløga og ravmagn ókeypis.


Í stóra tjaldinum, ið sett er upp til ymiskt undirhald, verður eisini matsøla, har góður fjarðabúffur, við øllum tilhoyri fæst, til keyps, eins og tostadrykkir av ymsum slag.


Nakrar forkunningar tónleikaframførslur vera, og eru bæði konsertir og dansur ókeypis.
Skrá er gjørd, og sæst hon her niðanfyri:

Skrá
Kl 15.00 - 16.00. BUBU ger dagin lættan fyri børn og vaksin, og fáa børnini ókeypis pylsur og leskidrykk.
Kl 16.00 - 22.00. Hoppiborgir og annnað til gleim og gaman.
Kl 16.00 - 17.00. Sámal Ravnsfjall syngur sínar serstøku sangir í tjaldinum. Ókeypis atgongd.
Kl 17.00 - 19.00. EM-fótbóltur á stórskíggja í tjaldinum . Sámal Ravnsfjall syngur í hálvleikinum.
Kl 18.00 - 03.45. Matsøla og barr í tjaldinum.
Kl 19.00 - 20.00. Konsert við Kára P., vísusangara, í tjaldinum. Ókeypis atgongd.
Kl 20.00 - 22.00. EM-fótbóltur á stórskíggja. Felagssangur í hálvleikinum.
Kl 22.10 - 22.45. Jóansøkubál felagssangur og røða.
Elsti borgari í Skálafirði, Hr. Petur Petersen, fer at kynda bál og Jóhan Hansen og fleiri leiða felagssangin.
Kl 23.00 - 01.00. Føroyskur dansur í tjaldinum við luttøku av Eysturoyar Dansifelag. Ókeypis atgongd.
Kl 01.00 - 03.30. Enskur dansur í tjaldinum. Bergmenn og fl. spæla. Ókeypis atgongd.
Kl 03.45. Tiltakið endar.

Seinastu tíðindi

10. apríl 2024
Trivnaðarleiðari til Runavíkar kommunu
26. apríl 2024
Vit droymdu og eltu dreymar­nar og droyma nýggjar
25. apríl 2024
Røða á flaggdagshaldi­num á Skála
24. apríl 2024
Flaggdagshald í Runavík