"Sig okkurt skek"

Dagfesting:
12. mai 2024
Byrjar klokkan:
20:00
Staðseting:
Løkshøll
Endar klokkan:
21:00

”Sig okkurt skek” aftur 12. mai

Framførslan "Sig okkurt skek" fekk sera góða umrøðu, tá hon varð spæld í februar.
Tí settu vit eina sýning á skrá í Løkshøll tann 7 .apríl, men hon varð skjótt útseld.
Tí seta vit nú enn eina sýning á skrá – hon verður 12. mai kl. 20:00.

Sýningin er fyri vaksin

---

Sagt á FB um “Sig okkurt skek”:

”Havi ikki flent so nógv fyrr”

”Jeg gret”.

”Havi ikki flent so nógv og so leingi í fleiri ár”

”Eitt mega stuttligt kvøld”

”So Skide Skeg”

”Bara for skek”

”Mátti taka brillurnar av, so eg kundi turka tárini”

”Klassi”

”At flenna og nærum fáa ilt í búkin er gott!! Sjúrður dugir sanniliga at siga okkurt skeg!”

"Stendur einki aftanfyri tær bestu framførslurnar uttanlands".

”Sig okkurt skek er ferðin hjá Sjúrði frá unglinga til manns og tær sannkenningar hann er komin til á vegnum. (…) Innlitið í sína egnu støðu fortelur ikki bara søguna um Sjúrð, men um sjálva lívsins treyt - fyri at brúka orðini hjá einum kendum manni. (…) Komedian varðir í hálvanannan tíma, men tað virkaði meiri sum ein hálvur tími. Eg var slett ikki liðugur at lurta og verða undirhildin, tá tjaldið fór niður.

Onkra løtu takkaði eg fyri at omma ikki var millum áskoðararnar, tí tað pínliga var so pínligt at eg havi ikki hoyrt sovorið. Men tað er innlit og álvara, sum verður pakkað inn í skemt. Pínligheitskomedian verður í "Sig okkurt skek" tikin til next level, har onki er for groft ella for fúlt. Tað eleganta er, at perspektivið í framførsluni er eitt boð hjá Sjúrði uppá at forklára lívið fyri sær sjálvum og fyri okkum sum áskoðarum.”

Legg í álmanakka

Onnur tiltøk

05
mai
2024
Eykasýning: "Valdið aftanfyri valdið"
05
mai
2024
Føroyskur dokumentarur: "Valdið aftanfyri valdið"
06
mai
2024
Filmur: Gentan sum segði frá filmi
07
mai
2024
Foreldracafé á bókasavninum - hitt ein heilsufrøðing