Miðlon í Runavík

06. mai 2024

Seinrapartin í dag skrivaðu Niels Mortensen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, fyri ávikavíst Pf. Miðlon og Runavíkar kommunu, undir leigusáttmála um matr. no. 94, Tofta bygd. Hetta er matrikkulin sum timburhandilin Borg heldur til á í dag.

Nú Pf. Borg fer undir at byggja nýggjan timburhandil á Glyvrum, hevur felagið gjørt avtalu við Pf. Miðlon um keyp av verandi bygningi. Timburhandilin heldur kortini til á gomlu adressuni, hagartil klárt er at flyta í nýggj hølir longur inni á fjørðinum. Í mun til miðbýarætlanina hjá kommununi er hetta ein hóskandi broyting í økinum.

Sum skilst ætlar Pf. Miðlon at byggja nakað um og annars at reka ymiskt handilsvirksemi, m.a. ein Bónus handil, á matriklinum. Meiri verður at frætta frá felagnum sum frálíður.

Seinastu tíðindi

16. mai 2024
Úr Oyndarfirði til Bangladesj
15. mai 2024
Ongin ruskinn­savning
13. mai 2024
Ruddingardagur í Elduvík 18. mai
13. mai 2024
SKS skipaði fyri árliga tilbúgvingar­deg­num leygar­dagin 11. mai