Týning av innræsnum plantum

Runavíkar kommuna ger nógv fyri at basa innræsnum plantum, og gartnaratoymi fer um alla kommununa í hesum arbeiðinum.

At ein plantan er innræsin merkjur, at hon eru innslødd frá øðrum londum. Í summum førum breiða planturnar seg sera lætt og skjótt, og gera seg inn á tað føroyska plantalívið.

Runavíkar kommuna hevur serliga tvær plantur í sjóneykuni, sum borgarar verða heittir á um at boða frá um teir finna nýggjan tilburð. Sí niðanfyri.

Skøra
Skøran (Achemilla mollis) blómar millum juni og september. Skøran breiðir seg allastaðni, og tí vil kommunan heita á borgararnar um at týna hana á egnum øki.

Runavíkar kommuna kann fáa boð um hvar garðaskøran stendur og koyra gift á, umframt at tilburðurin verður skrásettur.

Boða frá við at ringja til tlf.: 41 70 00.

Hetta kann gerast fyri at forða skøruna at breiða seg
· Eldri plantur sum blóma og seta fræ, verða skornar niður. Avskurður skal í gráa posan frá IRF saman við vanligum húsarhaldsruski, so at hon ferð til brenningar.

· Somuleiðis ber eisini til at grava hana upp og burturbeina plantuna við rót

· Skøran má ikki koyrast til kompostering, tí tá breiðir hon seg aftur við fræ

· Aftaná, kann gift koyrast á bæði tær smærru nýggju og stóru eldru planturnar, tá tær byrja at vaksa við nýggjum bløðum.

· Best er, um tað verður sátt við gras, um tað frammanundan er eitt grasøki hon stendur í, hetta fyri at hemma nýggjum fræplantum at spíra, her vil hon fáa kapping av grasinum

Skøra

Meira um skøruna
Heimahoyrandi í suðurevropa. Hon blívur 30 til 45 cm høg, og er nógv brúkt sum prýðisplanta í staudubedum í urtagørðum. Skøran sæst oftast væl í náttúruni, tí hon er ljósari grøn enn flestu plantur. Skøran spjaður seg við fræi. Hon køvur annan lægri vøkstur og kann við tíðini leggja stór øki undir seg. Sæst oftast har fólk hava koyrt urtagarðsburturkast út. Fer plantan út í hagan, kan hon ótarna breiða seg, tí at seyður og stórkríatur eta hana ikki.

Loðið hóvblað
Loðið hóvblað (Tussilago farfara) blómar við gulum blómum í mars-apríl, blómurnar líkjast várhagasjólju. Bløðini síggjast í juli-september. Hon trívist best undir vánaligum umstøðum - í vátari og kleiggjutari mold, í skugga eins væl og í sól, á skráningum eins væl og á flatum.

Loðið hóvblað er sædd í Søldarfirði á Gerðisvegi og á Garðavegi, og í Runavík við Fjøruvegin.

Um tit síggja hesa plantuna í Runavíkar kommuna, verða tit biðin
um at ringja til tlf.: 41 70 00.

Hetta kann gerast fyri at forða loðið hóvblað at breiða seg
Vil man tí til lívs, skal man velta moldina og taða hana væl. Loðið hóvblað breiðir seg undir mold - eins og kirkjubøsóljan. Loðið hóvblað fær eisini síðusprot (avleggarar), og um man roynir at grava plantuna upp, og av óvart kvettir eitt síðusprot av, kemur ein nýggj planta. Tí kann hon verða sera trupul at sleppa av aftur við.

Loði hovblað

Eisini aðrastaðni í Føroyum
Loðið hóvblað sæst nógvastaðni í Tórshavn og Klaksvík, so man skal vera á varðhaldi. Vitjar ein til dømis í Klaksvík - og serliga í Norðhavnini - sær man, hvussu eitt lendi kann koma at síggja út, um man ikki ansar eftir.