HEIM
23.04.2019

William Heinesen og náttúran í Elduvík

William Heinesen er upphavligur, hansara trøll og huldufólk eru williamsk og rótføroysk, skrivar Bárður Jákupsson í bókini um listamannin William Heinesen.

Saman við verkætlanini um Marmennilin, hevur William Heinesen givið íblástur til fleiri tiltøk í Elduvík, nú Mentanarvikan í Runavíkar kommunu stendur fyri durum.

Leygardagin 27. apríl eru tónleikaframførslur og framløgur  í kirkjuni við ávíkavist Mariusi Ziska og Gwendolyn Philbrow. Fyrsta framløgan ber heitið ‘Skaldið og listamaðurin William Heinesen’. Tað er Ann Ellefsen, lektari, sum fer at greiða frá. Harumframt fer Høgni Kastalag frá Fuglark at greiða frá økinum kring standmyndina Marmennilin og  frá tilgongdini til hesa verkætlan.

Fyrr um dagin verður skipað fyri gongutúri úr Oyndarfirði til Elduvíkar kl 13.

Framsýningin „William Heinesen og náttúran“ í skúlanum í Elduvík letur upp 23. apríl kl. 14:00 og hevur opið alla vikuna.

Tað var Elduvíkar Bygdar- og fornminnisfelag sum fyri nøkrum árum síðani tók avgerð um at skipa nevnd, ið skuldi fara undir at varðveita søgnina um marmennilin. Eftirfylgjandi játtaði listamaðurin Hans Pauli Olsen at gera standmynd av Marmennilinum. Arbeiðið er byrjað og økið, har standmyndin fer at standa, er um at vera liðugt. Í mentanarvikuni hevur Visit Runavík skipað fyri kappingini Meðan vit bíða: Fólk kunnu taka eina selfie, har standmyndin av Marmennilinum fer at standa,  #marmennilin , so eru tey við í kappingini.

Skráin finst á visitrunavik.fo og á facebook síðuni Mentanarvikan í Runavíkar kommunu.

Visit Runavík