HEIM
06.05.2020

Vetrarfriðing í Funningsfirði

Tað hevur leingi verið ætlað at vetrarfriða bygdina í Funningsfirði. Stik og pelar vóru keypt í fjør, og í ár er ein millión krónur sett av til endamálið á fíggjarætlan kommununar. Tríggir partar hava samráðst í eina tíð um málið – Pálsstovufesti, Frammistovufesti og Runavíkar kommuna. Av tí at landsvegur gongur í gjøgnum hagarnar, hevur Landsverk eisini verið partur í málinum.

Seinrapartin í dag skrivaðu Malan Jógvansdóttir Thomsen, bóndi, Andreas (Dia) Hammer, bóndi, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmálarnar - fyri ávikavíst Frammistovu, Pálsstovu og kommununa - um vetrarfriðingina í skúlanum í Funningsfirði.

Býarverkfrøðingurin væntar, at arbeiðið kann byrja í næstu viku.