HEIM
12.09.2020

Venjingin í Bylgjuni og í Ítróttarhøllini á Skála byrjar aftur í komandi viku – viku 38

Loksins kunnu vit bjóða tykkum aftur til vælumtóktu venjingarnar fyri borgarar sum eru 67 ár og eldri. Nýggir luttakarar eru eisini vælkomnir. Tað er ikki neyðugt at melda til, men man møtir bara upp í høllini og verður meldaður til har.

Umstøðurnar er góðar og har er gott pláss, so møguleikarnir at halda reinføri og frástøðu er góðir.

Legg merkið til, at venjingartíðirnar eru broyttar!

Venjingartíðir:
týsdag og hósdag kl 10.45-11.45 í Bylgjuni

mánadag og mikudag kl 10.45-11.45 í ítróttarhøllini á Skála