HEIM
Lurta
03.11.2020

Veljarafundur í Løkshøll og á R7 sunnukvøldið kl. 20

Sunnukvøldið 8. nov. kl. 20 verður veljarafundur í Løkshøll við øllum fýra listunum til býráðsvalið í Runavíkar kommunu.

Fundurin verður sendur beinleiðis á R7 og eisini stroymdur á Youtube-kanalini hjá Løkshøll.

Í hesum tíðum er pláss fyri 100 áhoyrarum í salinum, umframt valevnunum. Neyðugt er við ókeypis skráseting, og fer hendan fram her.

Uppstillaðu valevnini verða undan fundinum býtt upp í 4 bólkar, og fær hvør bólkur ein hálvan tíma at kjakast í.

Hilmar Jan Hansen verður orðstýrari.