HEIM
05.10.2020

VEGAMÓT – avbjóðingar og møguleikar við Eysturoyartunlinum

Ráðstevna í Løkshøll 8. oktobur

Runavíkar kommuna bjóðar til ókeypis ráðstevnu í Løkshøll hóskvøldið 8. oktobur kl. 19.00 – 22.00 Tiltakið er útselt, men verður stroymt beinleiðis umvegis www.loksholl.fo.

Les meira um innihald og tilmelding á http://www.loksholl.fo/

Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, skrivar soleiðis:
Higartil størsta undirstøðuíløgan í søgu landsins verður framd í hesum døgum og væntandi verður tað koyrandi undir Tangafirði – millum høvuðsstaðin og landsins næststørstu miðsavning av íbúgvum – um eitt ár. Við hesum fer ferðsluliga heildarmyndin í miðøkinum og í landinum yvirhøvur at broytast munandi.

Onki ávirkar borgarar og samfeløg meiri enn broytingar og framtøk á infrastruktuella mótinum. Eitt framkomið samfelag virkar ikki optimalt, um ravmagn, fjarskifti og verkliga undirstøðan við vegum, brúm og tunlum ikki eru í fullgóðum máti í mun til vinnu, tænastu og flytbari hjá fólki.

Hvørja ávirkan nýggja farleiðin fer at hava í staðbundnu samfeløgunum báðumegin við tunnilsmunnarnar, og í landinum sum heild, kann tað bara gitast um. Nógvir tunlar og undirsjóvarsmogur eru gjørdar í Europu og í grannalondunum seinastu nógvu árini, og eitt dømi um tvey høpi, sum nú eru knýtt saman við undirsjóvartunli, og sum kortini høvdu vegasamband frammanundan, eru økini báðumegin við fjarðarmunnan á Hvalfjørðinum í Íslandi, har endamálið við verkætlanini var at knýta Akranes og høvuðsstaðin Reykjavík nærri at hvørjumøðrum.

Hendan íslendska loysnin líkist nógv tí, sum hendir í miðstaðarøkinum í Føroyum í løtuni. Eitt minni og størsta økið (í fólkatali) í landinum verða samanknýtt, soleiðis, at tey infrastruktuelt eru væl nærri enn frammandunan, hóast tað er koyrandi ímillum frammanundan. Flutningstíðin minkar fýra ferðir – úr einum klokkutíma niður á ein fjórðingstíma.

Setir man eitt passarabein niður á Flesjarnar og sveipar hitt beinið í kring, við Kirkjubønesi sum útryðju, býr meiri enn helmingurin av landsins borgarum í einum og sama øki um eitt ár. Tað fer uttan iva at hava nakrar flytingar og broytingar við sær, serliga tí økini á onkrum mótum eru rættiliga ymisk, hóast tey yvirskipað helst fara at hóska saman, táið almenna tyngdin ræður í høvuðsstaðnum í mun til privata bulin við Skálafjørðin.

Tað eru helst líka nógvar meiningar, sum vit eru íbúgvar í økinum, um hvørjar avleiðingar og hvørjir møguleikar liggja í tí veruleika, at tunnilin letur upp fyri ferðslu um stutta tíð. Kortini eiga vit at skifta orð um málið, eisini fyri at tey fólkavaldu kunnu fáa eina peiling av hvønn vegin rákið rekur í opponiónini. Á tann hátt fær staðbundna politiska valdið brúkt megina á røttum staði, um ábøtur krevjast, fyri at fremja framtíðina.

 Vælkomin til VEGAMÓT.