HEIM
Lurta
27.10.2020

Vatnverk í Oyndarfirði

Í fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri í ár eru 3 milliónir krónur settar av til íløgur í nýggj vatnverk. Tríggjar bygdir eru eftir at dagføra í so máta – Oyndarfjørður, Funningsfjørður og Elduvík. Eftir drúgvar fyrireikingar er tað nú komið hartil, at sáttmáli í dag var undirskrivaður um jørð- og leiðingsarbeiði, nú spakin skal setast í til nýtt vatnverk í Oyndarfirði. Spf. JHR Entreprenørar vann útboðið, og Rúni Petersen, stjóri, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, skrivaðu fyrrapartin undir ein sáttmála áljóðandi góðar 2,4 mió. kr.

Tá komið er undir land í Oyndarfirði er ætlanin at byggja nýtt vatnverk í Funningsfirði og hareftir í Elduvík.