HEIM
16.03.2020

Útlendsku skipini verja seg ímóti COVID-19

Fríggjadagin sendi havnabólkurin undir Kommunufelagnum – havnaskrivstovurnar í Tórshavn, Runavík, Fuglafirði, Klaksvík, á Tvøroyri og í Vági – áheitan á umboðini hjá útlendsku skipunum, sum koma í føroyskar havnir, um at vísa neyðug atlit í mun til COVID-19 smittuna. Boðini snúðu seg fyrst og fremst um at manningarnar, í mest møguligan mun, verða verandi umborð, meðan skipini liggja við bryggju. Bara avgerandi neyðug ørindi í landi og øvut verða undantikin.

Útlendsku útgerðarfeløgini hava sambært havnarmeistaranum við Runavíkar havn, Brandi Højgaard, givið skiparunum boð um, at ongin skipsmaður sleppur í land og ongin úr landi umborð á skipini, sum støðan er í løtuni. Hetta fyri at verja manningarnar ímóti COVID-19 smittuni.

Teir einastu, sum nú sleppa umborð á skipini, eru loðsarnir, táið teir eru kravdir sambært lóg, - og teir hava fingið boð um at bera grímu, meðan teir eru staddir umborð á skipunum.