"Ung og íløgur" í Saltangará.
Tær nýtist ikki at vera banka-freak fyri at koma til tiltaki, sum eru ókeypis. Tað er viðkomandi fyri øll - eisini teg - hvussu tú kanst senda pengarnar til arbeiðis!
Okkara bestu innan íløguøkið, Margareth D. Djurhuus og Finn Danberg av fíggjardeildini í Eik greiða frá.
Tiltakið verður mikukvøldið 16. mai kl. 19.00 í Hæddini í Saltangará.
Umframt okkurt lekkurt til góman fara Lív Næs og Jan á Líðarenda at syngja og spæla.
Melda til tiltakið á www.18-25.fo