HEIM
22.04.2018

Undirstøða

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt í Bylgjuni, tá Mentanarvikan 2018 varð sett:

Í hesum døgum verður nógv tosað og skrivað um, at ein hálv øld er hespað uppá snælduna, síðan ungdómar í 1968 valdu at fara í víggj ímóti konservativum og hýggjuskotnum skipanum. Árið fyri eydnaðist ein hernaðarkvettroynd í Grikkalandi – fólkaræði var sett til viks, ísraelar við Moshe Dayan á odda ruddaðu Miðeystur eftir 6 døgum, Christian Barnard framdi fyrstu hjartatransplantatiónina og ein alkoholiseraður bolivianskur sersjantur pumpaði 9 riflukúlur í kroppin á Ernesto Guevara í La Higuera. The Beatles tóku allan heimin á bóli við plátuni Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band, meiri krút og nógvur kvalitetur var komin í poppin og rullandi rockin, og ungi amerikanarin við tí ývnu hárpraktini, Jimi Hendrix, gandakallurin á streingjunum, kollvelti guitarspælið, táið hann kom blásandi upp úr bluesdýpium. Eftir eina konsert í London sótu allir guitarúrmælingarnir sum lundar slignir á nevið, og onkur helt fyri, at sjálvt Eric Clapton misti sjálvsálitið, somikið, at hann ikki tók ljóðførið framaftur í vikur. Hetta var eisini árið, táið Nes Sóknar kommuna gekk sundur í tvinnar lutir, og Runavíkar kommuna gjørdist ein nýggjur veruleiki. Í 1969 tók Olof Palme við eftir Tage Erlander í Svítjóð og Willy Brandt varð valdur samveldiskanslari í Vesturtýsklandi. Fyrsti maðurin setti fótin á mánan og “Three days of peace and music”, ímyndin av nýggju flower power tíðini, gjørdi býin Woodstock í statinum New York ódeyðiligan.

Vit mega minnast til, at vesturheimurin nóg illa hevði fótað sær eftir seinra heimskríggj – tað vóru bara gingin góð tvey áratíggju. Stríðið um Vietnam var í hæddini, Martin Luther King og Robert F. Kennedy vóru myrdir, og tað sum gjørdi størsta munin var helst sovjetiska innrásin í Tjekkoslovakínum, ofta hildið at vera neistin, sum góð 20 ár seinri gjørdi av við annað stórveldið – Sovjetsamveldið. Ungdómar á lærdum háskúlum í USA, Mexico, Italia, Týsklandi, Póllandi og ikki minst í Fraklandi gingu ímóti rákinum, kadaverdisciplinini hjá teimum ráðandi, og oddvitar sum Rudi Dutschke, Daniel Cohn-Bendit og Abbie Hoffman gjørdust gitnir um allan vesturheimin. Kvinnurnar fóru eisini upp á barrikadurnar, kravdu javnstøðu, og lósu ”Le deuxième sexe”, ”Hitt kynið”, hjá Simone de Beauvoir og hetta var eisini árið, táið Manchester United við Bobby Charlton, George Best og Brian Kidd á odda vunnu finaluni í Europa kappingini fyri meistaralið á Wembley. 4-1 á Benfica eftir longda leiktíð.

Hetta er tíðin táið hin nýggja kommunan, Runavíkar kommuna, so smátt er farin at fóta sær, og fram til hesa løtuna, ídag, er hetta tíðarmál okkara í kommunalum samanhangi. Seinri kastaðu fimm kommunur í Eysturoy saman í eina eind undir heitinum Runavíkar kommuna, og tað er um tað lagi, at fýra túsund fólk um korta tíð fara at eiga hesa triðju størstu kommunueindina í landinum.

Fyri hálvari øld síðani vóru Føroyar avbyrgdar, undirstøðan í samskifti og kunning vóru Útvarpið, Norðmaðurin og tær partapolitisku avísirnar og møguleikin fyri at flyta seg ímillum oyggjar og bygdir var fyri tað nógva sjóvegis ella var neyðugt at spenna apostlarnar fyri. Telefon var í fáum húsum, bilar í færri og sjónvarp var onki. Kollveltingin í undirstøðu var ávegis, á fleiri mótum, men enn vóru eitt nú skipini hjá Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik álitið, táið vit fjarðbúgvar høvdu ørindi í Havn og øvut. Tikið verður aftur í hesa tíðina í Mentanarvikuni, nú 110 ár eru liðin, síðani hetta felag varð stovnað og byrjaði skipaða rutusigling norð í Sundalagið og inn á Skálafjørðin við passasjerum, mjólk og posti.

Hesa tíðina, meðan Runavíkar kommuna hevur verið til, hava Føroyar staðið í støðugari menning, kreppurnar undantiknar, og júst økið herumleiðir, man saman við høvuðsstaðnum hava verið hitt størsta vakstrarøkið. Fyri 100 árum síðani búði at kalla onki fólk her, fyri 60 árum síðani nakað fleiri og síðani hevur almikil gróður verið um gangandi fót. Tað krevur fyriskipan, og tað hevur verið gingið undan í vinnu og á kommunalu rókini við onkrum skili øll hesi árini, táið so frægt er komið burturúr.

Íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, sum vitjaði í Føroyum fyri kortum segði m.a., at týdningarmesta uppgávan hjá politiskum skipanum var at leggja infrastrukturarnar, fundamentini, sum menningin í fólkinum skal spretta og vaksa úr. Fyri at røkka hesum hevur fólkið skipað seg í eina kommunu, ið skipar basalu funktiónirnar, sum øll fáa gagn av. Hetta hava komunustýrini skilt, og tað meti eg eisini at tey, sum nú umboða tykkum og tykkara skattapening í forstandaraskapinum, hava skilt. Ein kommunu skal ikki fatast sum ein trivalig kúgv, við tambaðum júguri og spílaðum boppum, sum ein og hvør eftir egnum tørvi skal súgva úr uppá hvamsvís. Hon skal smíða neyðuga felagsvirknaðin, undirstøðubulin, ið lynnir undir vøksturin, sum bara fólkið og oddafólk í vinnu og mentan kunnu skapa.

Skúlar, mentanarhús, ídnaðarøkir, bryggjur, havnaløg, fótbóltsvøllir, ítróttar- og fimleikahallir, svimjihallir, útstykkingar, ungdómshús, heilsumiðstøðir og vegir. Hetta er undirstøðan, sum lyftir samfelagið upp til initiativið hjá borgaranum sjálvum. Tí stendur og fellur menningin við góðum hugskotum, av dyggari fyriskipan og ikki minst av disciplineraðari arbeiðsmegi. Haðani kemur áhaldandi framtøkan, hana megna politikararnir ikki at skapa, teir eru settir í verðina til at brúka tykkara skattakrónur til tað, fyrst og fremst, at skipa undirstøðuna. Stóra paradigmuskiftið var ein ítøkilig býarætlan, skúlabyggingin á Glyvrum og víðkanin av havnalagnum. Haðani komu smiður, handlar og tænastufyritøkur av alskins slagi og í Glyvra Bio savnaðust fólk til kykmyndir, sjónleik og dans, - føroyskan og enskan. Mentanin hongur uppi við hvørjum einstakum okkara og alist fram í samskiftinum millum fólk, líkamikið hvar tey eru. Í kirkjum, samkomum og í savningardeplum, har mongu klípini vera løgd í eina hægri sferu til undirhalds og kveikingar. Umráðandi er, at ymsu partarnir ikki stika seg av, á egnum teigi, men at øll eru við í uppstiganini av samfelagnum og lokalsamfelagnum. Annars býður ikki í bøtur, tað kann kanska tykjast vera fyrimunur eina løtu at fara á eina excentriska reiðferð, fyri at røkka stutttíðarvinningi, men í longdini vera tað felagstøkini ið muna.

Hann ið onki ger, fremur ongi mistøk. Tað er ikki so frægt, at hesin heldur stand heldur – hann søkkur saman við egnum íhaldi í mýrulendinum. Í einari røðu í Háskóla Bio í Reykjavík endurgav eg hesi orðini úr einum sangi hjá Bubba Morthens: ”þeir sem enga hugsjón hafa halda kannski það, að hamingjan sé fólgin í að hreyfast ekki úr stað.” Tikið úr yrkingini: ”Þeir hafa trúðinn en þá vantar trúbador.” Bubbi er ein av fremstu fólkasangarum í Norðurlondum, og hann vitjar okkum í Løkshøll leygarkvøldið. Væntar ein at finna eydnuna við ikki at flyta seg úr stað, so vanta hugsjónir og visiónir um framtíðina. Tað fremur ongan bý og heldur onga kommunu.

Tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa savning í eina kommunu, sum er flættað saman av 15 bygdum, 15 sera ymiskum bygdarløgum. Hvør við sínum serliga og sjarmerandi brigdi. Mentan, dialektir og hugsanarháttur. Landnámsbygdir, niðursetubygdir og økir, ið runnu upp sum runnur úr turrari jørð, sum Jesaja spámaður tekur til í gamla sáttmálanum. Tað skurrar onkuntíð í hátalaranum, fáar ferðir snýr tað seg um súrt knarr og kverulantarí, men fyri tað nógva er tað tíbetur konstruktivur krittikkur, og hesin er greitt tekin um samfelagsáhuga og ynskir um batar, sum kunnu gera kommununa til eitt uppaftur betri stað at búleikast í. Tað er týdningarmikið, at borgarin, ið eigur kommununa, ger vart við seg, tí tað fær ikki verið øðrvísi enn tað, at eisini vit forvaltarar gera mistøk, men yvirhála skilagóðu ætlanirnar og verkini mistøkini er framdrift í maskinarínum. Alternativið er, sum ein rituvíkingur, mynstraður við einum av koltogarunum, ið komu til landið eftir kríggið, tók til: ”Hann hevur so lítla tóvmegi, at havhestarnir hava ongantíð tørv á at kobla í fyri at fylgja honum.”

Mentanarvikan kann eisini vera eitt undirstøðuátak. Alt ov leingi hevur hon verið miðsavnað í lutfalsliga stóru konsentratiónini eystanfyri við Skálafjørðin. Heystið var kanska heldur ikki hin mest vælsignaða árstíðin, hvat ið veðurlíkindum viðvíkur. Eftir at kommunan tók mentanarvikuna innaftur í egið regi valdu vit at broyta kós, at halda hana um várið og at spjaða hana kring um í bygdunum í størst møguligan mun. Týdningarmikið er, at hetta verður ein savningarfaktorur, sum allar bygdirnar standa saman um, og royndin við at gróðurseta hana í allari kommununi eigur at vera víðkað næstu árini, og øll hugskot, sum kunnu fjølbrigda mentanarvikuna, eru meiri enn vælkomin. Mentanin er her hvønn dag, men júst hendan vikan skal sýna okkum sjálvum og gestum okkara, í einum konsentrati, hvussu magnfult tærið er í okkum á hesum mótinum. Tær tríggjar starvsettu á VisitRunavík hava stríðst við fyrireikanina í drúgva tíð, og teimum fari eg takka fyri ágrýtni og gott hugflog.

Í sanginum um New York syngur Frank Sinatra: ”The City That Never Sleeps”. ”Kommunan sum ongantíð svevur”, eigur at vera okkara skjaldramerki, tað ræður um ongantíð at liggja á boðunum, at vera virkin og luttakandi. Og í hesi vikuni ber til at verða undirhildin og at hvessa sær vitið.

Til ber at sigla Mjólkarutuna saman við legenduni Birgiri Enni umborð í Norðlýsinum, at hoyra um nýggja standmynd í Elduvík, um nýggja havrannsóknarskipið á Skála, um Norsku Løvu í Lamba, at hoyra løgmann flyta fram flaggrøðu, at læra at binda í Æðuvík, at dansa føroyskan dans í Funningi, at vitja kreativan verkstað í Oyndarfirði, at síggja fleiri kykmyndir í Løkshøll, har fleiri konsertir eisini verða hildnar. Jens Marni fer at spæla á svalanum í Betri banka, møðgurnar Sissal og Lea og Hanus G. Johansen vitja í Oyndarfirði, Frits Johannesen er heimablíður á Norðurhædd, Tarira og Ólavur Jakobsen hava konsert í Glyvra kirkju og ”Mín fantastiska skilsmissa” verður framførd í Rituvík. Hetta eru bara nakrir fáir brellbitar úr skránni, sum liggur í hvørjum húsi í kommununi.

Kommunan hevur ongan aldur, og onkur heldur, at hon er vaksin skjótari enn røturnar hava megnað at fest seg. Nakað kann vera um tað. Men við tíðini, táið nýbyggjararnir eru komnir út í triðja og fjórða ættarlið, fer savningarmegin at taka dik á seg av álvara, tað sæst longu nú, og tá fara litteratururin og listin eisini at grógva í størri mun, umframt teir frálíku mentanararbeiðarar, sum vit longu eiga, onkrir í broddi fylkingar, ongin nevndur ongin gloymdur.

Í sanginum ”Subterranean Homesick Blues” sigur Bob Dylan m.a.: “You don´t need a weatherman to know which way the wind blows.” Oddvitar í ungdómsbyltingini fyri hálvari øld síðani – í 1968 – tulkaðu yrkingina soleiðis, at líkamikið hvønn vegin lotið – tað politiska lotið – lá, so vildu teir broyta heimin eftir egnum ynskjum og ætlanum. Var neyðugt at ganga upp ímóti ættini, so varð tað gjørt. Hvussu hetta vignaðist eru tað nógvar meiningar um, men læran av hesum kann í okkara føri vera, at líkamikið hvussu annars rekur á mentanarliga skýloftinum, so skipa vit mentanarvikuna í Runavíkar kommunu samsvarandi egnum kringumstøðum, ynskjum og ætlanum. Í afturhvarvi og framtøku. Í minsta lagi vita vit, at ongin ger hetta fyri okkum, og tað er mín meting, at skráin undir ongum umstøðum forðar fyri, at vit fara at fáa eina hugnaliga, lívgandi og gevandi viku, líkamikið hvar ið vit annars eru stødd í kommununi. Kann hendan undirstøðan harumframt stimbra savningini, er nógv vunnið á leiðini til eina spennandi framtíð.

Moralur og mentan eru onkursvegna slektað. Á sama hátt sum vit eru tengd saman umvegis ósjónligar træðrir. Sovjetiskir stríðsvagnar sløktu várið í Prag í 1968, og Alexander Dubček varð settur frá valdinum. Onkursvegna sigraði moralurin kortini, táið hugsanirnar hjá honum og Václav Havel sigraðu. Stríðsvagnarnir bakkaðu, Múrurin fall og Dubček tók tá til: ”Uttan moral ber ikki til at tosa um altjóða lóg. Víkir man undan moralskum meginreglum í politisku sferuni, slepst ikki undan, at vit aftur enda í og undir frumskógarlógini.” Við at dubba á mentanarmótinum ber til at sleppa undan søguligum skammlopum, sum tí, ið hendi í Prag fyri júst 50 árum síðani. Afturkoma Dubček´s kann kanska vera ein áminning um, at tað góða sum oftast sigrar á hinum ónda. Mentanarskansin Havel var treiskur og boygnaði ongantíð, heldur ikki fyri sovjetisku frumskógarlógini í móðurlandinum, tí var tað ein so sera lívgevandi sjón at síggja teir báðar á svalanum í tjekkisku høvuðsborgini í 1989, har teir boðaðu fólki sínum frá, at nú var tað umsíðir farið at vára í Prag kortini. Demokratiið var aftur undirstøðan.

Tað várar í Runavíkar kommunu.

Hervið er mentanarvikan sett.