HEIM
31.10.2019

Undirritað á Skála

Seinnapartin kl. 13:30 undirritaðu Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir sáttmála um at stykkja út grundøkir suður frá Hórheiðum á Skála. Sáttmálin varð undirritaður í húsinum hjá Fornminnafelagnum fyri Skála og Skálafjørð. Í hesi syftuni snýr tað seg um 27 grundøkir.

Málið hevur verið leingi í umbúna, men eftir at komið er um nakrar snávingarsteinar, og jørðin er fingin til høldar og keypt, er nú klárt at fara undir verkætlanina.

Við í útstykkingini er planering av grundøkjunum, kansteinar, gongubreytir, gøtuljós, asfaltering og rottangar. Grundstykkjaprísurin á Skála er, sambært viðtøku í byráðnum hin 31. mai 2018, - 575 kr. fyri fermeturin.

Sáttmálakostnaðurin er kr. 17.763.039,- og sambært sáttmálanum er Articon komið á mál við verkætlanini í november mánaða 2020 – um eitt ár.