Umhvørvispolitikkurin fyri Runavíkar kommu verður við hesum lagdur fram til borgarahoyring. Umhvørvispolitikkurin skal virka sum grundarlag fyri umhvørvisarbeiðinum hjá Runavíkar kommunu.
Umhvørvisøkið er í nógvum førum álagt kommunum at umsita, og tí hevur einstaka kommunan ein serligan leiklut á umhvørvisøkinum, sum er at: leiða, stuðla, ávirka og stilla krøv til virksemi í kommununi um at sýna umhvørvinum fyrilit.
Fyri umhvørvið er tað týdningarmikið at lyfta í felag.
Viðmerkingar til umhvørvispolitikkin kunnu latast Runavíkar kommunu til og við 20. november 2020 á t-post adressuni: runavik@runavik.fo ella latast skrivliga til kommunuskrivstovuna.
Les tann tann talgilda umhvørvispolitikkin her: Umhvørvispolitikkur
Prentaður faldari fæst á Kommunuskrivstovuni, á Visit Runavík og á Bókasavninum.