HEIM
13.10.2020

Umbygging á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík

Tá kommunalu fíggjarætlanirnar vórðu lagdar fyri verandi ár – 2020 – samdust tær tríggjar kommunurnar í eldrasamtakinum Roðin um, at seta pening av til umbyggingar á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík. Tá bleiv mett, at samlaði kostnaðurin fór at vera á leið 13,7 mió. kr., og samdust partarnir um at klúgva útreiðsluna yvir tvey fíggjarár – 2020/21.

Endamálið við umbyggingini er m.a.:

• at rationalisera køkshøpið, har farið verður frá tveimum til ein køk, sum liggur høgliga plaseraður í húsinum.
• at umbyggja soleiðis, at allar funktiónirnar, sum í dag húsast í kjallaranum í Heilsudeplinum í Runavík, flyta niðan á Ellisheimið.
• at fáa tikið svimjingarhylin á heiminum í brúk aftur, eftir at hann hevur staðið tómur í meiri enn 10 ár.

Tað er Teknistovan Gøta sum hevur teknað og fyrireikað útbjóðingina. Tøkniligur ráðgevi hjá Roðanum hevur verið felagið RÁÐ – ráðgevandi verkfrøðingar.

Nú er nakað fráliðið síðan tilboðini komu inn, og nú ein dagin, stutt herfyri, skrivaðu hesir partar undir sáttmálar við Roðan umvælingini viðvíkjandi:

-HVS: Zacharias Leitisstein
-Ravmagn: Maskinhandilin í Saltangará
-Timburarbeiði: Búsetur
-Køkur: Leif Mohr

Ætlandi byrjar arbeiðið alt fyri eitt og samsvarandi tíðarætlanini verður tað liðugt seint næsta summar.

Samlaði kostnaðurin liggur um metingina, ið var gjørd frammanundan.

Kelda: www.rodin.fo