mánadagur, 26. mars 2007 05.13 - Innland
Ósemja er í samgonguni um, hvør ið skal hava loyvi at gera og reka Skálafjarðartunnilin. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin vilja hava, at Partafelagið Skálafjarðartunnilin fær loyvið, men hetta tekur Javnaðarflokkurin ikki uttan nakað undir við.
John Johannesen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, er púra avgjørdur um, at loyvið skal bjóðast út. Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum sigur hinvegin, at hansara flokkur vil hava, at partafelagið Skálafjarðartunnilin fær loyvið at gera og reka tunnilin.
Alfred Olsen, framsøgumaður hjá Sambandflokkinum í vinnumálum, sigur somuleiðis, at Sambandsflokkurin vil hava, at partafelagið Skálafjarðartunnilin sleppur at gera og reka tunnilin.