HEIM
03.04.2020

Tríggjar vikur eftir……..

Dimbuldagavikan stendur fyri durðum, og í dag eru tríggjar vikur gingnar, síðan tann stóri COVID-19 hvøkkurin rakti Føroyar, og harvið eisini okkum, sum búleikast í Runavíkar kommunu. Tá vóru átøk gjørd fyri, at umfarssóttin ikki skuldi taka okkum heilt av grundum, og hesar somu ásetingar standa framvegis við.

Heilsuverkið tykist hava tamarhald á støðuni, og tað sama kann sigast um eldraøkið, sum kommunurnar umsita og hava ábyrgdina av, og í dag hevur landsstýrið lagt fram ein hjálparpakka, ið skal bøta um støðuna hjá teimum í vinnuni, sum eru harðast rakt av kreppuni.

Tað skiltist á stjórnarumboðunum, á tíðindafundinum í morgun, at umhugsað verður at lata samfelagið spakuliga uppaftur eftir páskir, og meiri verður at frætta frá teimum um hendan leikin í næstu viku.

Tá fíggjarætlanir seinast í einum ári verða lagdar – fyri árið sum er komandi – væntar ongin, at kreppustøða, sum hin nú so bráðliga íkomna, verður partur av fíggjarárinum. Tað væntaðu býráðslimirnir í Runavíkar býráði sjálvandi heldur ikki á heysti í fjør. At hendan kreppan eisini fer at kosta kommununum nakað væl av peningi, er ongin ivingur um, og tað fara at ganga nakrir mánaðir, áðrenn tann støðan kann gerast upp, men í fyrsta lagi vita vit m.a., at fyribils avtøkan av foreldragjaldinum fyri ansingarpláss hjá børnum, ber eina útreiðslu (ella lakari inntøku) á 650 til 700 túsund krónur við sær um mánaðin.

Higartil sær tað hinvegin ikki út til, at kommunalu skattainntøkurnar eru raktar av COVID-19. Nú er kortini so stutt fráliðið, tí kann tað væl vera, at kreppan eisini fer at síggjast í innløguni hjá kommunukassunum sum frálíður.

Sambært upplýsingum frá TAKS, www.taks.fo, eru samlaðu inntøkurnar frá persónsskatti hjá kommununum øktar fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár, í mun til somu mánaðir í fjør, við 30,84 milliónum krónum – svarandi til ein vøkstur á 6,39%. Runavíkar kommuna liggur eitt lítið vet omanfyri meðal, og hevur í jan-mars 2020 eina meirinntøku, í mun til somu mánaðir í 2019, á 2,8 milliónir krónur - svarandi til ein vøkstur á 6,93%.

Ístaðin fyri at samanbera millum árini, er tað rættari at samanbera inntøkuna fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár við FÆ2020 – løgdu fíggjarætlanina fyri verandi ár. Inntøkan frá persónsskatti liggur higartil í ár 1,4 millión krónur omanfyri tað, sum ætlað varð, táið fíggjarætlanin fyri 2020 varð samtykt seinast í 2019.

Nógv fyrivarni skulu takast í hesum døgum, og nógv kann broytast, bæði hvat ið inntøkum og útreiðslum viðvíkur, teir næstu mánaðirnar, av heilsukreppuni, sum við rímiliga stórari vissu fer at ávirka kommunalar og almennar kassar næstu mánaðirnar.

Enn er ov tíðliga at gera niðurstøður hesum viðvíkjandi, men heldur “undantaksstøðan” í landinum fram leingi afturat, so kann tað vera, at Runavíkar býráð, og aðrar kommunur við, koma í ta støðu, at fíggjarætlanirnar fyri verandi ár mega endurskoðast í mun til avleiðingarnar av kreppuni, sum herjar okkum og allan heimin í løtuni. Hetta frætta vit meiri um fram eftir árinum.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri.