HEIM
19.08.2019

Tímar at leiga í Bylgjuni og ítróttarhøllini á Skála

Nú er møguleiki til at søkja um hallartíma í ítróttarhøllini Bylgjuni og ítróttarhøllini á Skála til vetrarhálvuna 2019/20. Eftir at skúli, stovnar, ítróttarfeløg og -sambond hava fingið tillutað hallartímar, eru tøkir tímar at leiga út til privatfólk. Ein hallartími kostar kr. 400,-, og verður goldin við gjaldskortið umvegis heimasíðuna www.holl.fo fyri hvønn tíma, og áðrenn tímin verður brúktur.

Søkjast kann við at senda tpost til samskiparan á bardurh@runavik.fo.
Viðmerkjast skal:
* Navn á ábyrgdarpersóni
* Telefonnummar hjá ábyrgdarpersóni
* Tpost hjá ábyrgdarpersóni
* Hvønn tíma søkt verður um, og í hvørjari høll
* Dagfestin nær ætlanin er at byrja

Í seinasta lagi 31. august 2019 hava allir umsøkjarar fingið svar.