HEIM
13.06.2020

Tiltøk á Eystanstevnuni í kvøld

Fleiri forvitnislig tiltøk vera á býráðstorginum í Saltangará í kvøld.

Trubadururin Sámal Ravnsfjall framførur á torginum við býráðshúsið í Saltangará í kvøld kl. 21.30.

Kl. 22 er eitt syngi við tiltak sama stað. Sverri Justinussen, Eyðun Gaardbo, Sigmar Davidsen, Ludvík við Stein og Torbjørn Jacobsen skipa fyri. Sanghefti er at finna teldutøkt á hesi slóð.

Og kl. 23 er ein midnáttarsamkoma á býráðstorginum. Dávur Høgnason heldur Eystanstevnumiðnáttarrøðuna, og Kór Glyvra kirkju og Nes Sóknar Musikkfelag luttaka.

Tiltøkini eru uttandura, og mælt verður til hóskandi frástøðu.

Endað verður við fýrverki.