Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti á fundi í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2012. Skattaprosentið verður 22%, tað er óbroytt, og barnafrádrátturin hækkar við 250 kr til 4.500 kr fyri hvørt barnið.
Skattainntøkurnar eru mettar til 111,6 mió komandi ár, har av 6 mió eru partafelagsskattur. Til rakstur eru avsettar 80,4 mió, til íløgur 34,7 mió og til fíggjarkostnað 13 mió. Kommunan tekur komandi ár 16,5 mió í láni, har av størsti parturin fer til nýggja fimleikarhøll, sum verður størsta einstaka íløgan í 2012.
Saltangará 25. nov. 2011
Runavíkar kommuna
Magnus Rasmussen, borgarstjóri