HEIM
09.03.2018

Táttar í 4.000

Fyri at fáa eina hylling á, hvussu Runavíkar býráð/kommuna skal brynja seg til framtíðina, serliga í mun til ein møguligan vøkstur í fólkatalinum, heitti kommunan á Hagstovuna um at gera eina meting hesum viðvíkjandi. 1. november 2016 fingu vit úrslitið, og hendan serfrøðingametingin segði okkum, at vit ikki skuldu rokna við vøkstri tey næstu nógvu árini. Heilt fram til ár 2054 - sløk 40 ár fram í tíð - bleiv ongin vøkstur sambært metingini. Nógvar millumrokningar eru í demografiini, men talið av fólki fór at halda sær á sama støði sum tá - at kalla.

Ætlanin við tilfarinum var sjálvandi at fáa eina ábending um, hvørja leið vit skuldu halda, táið tað snýr seg um skúlar, ansingarstovnar, eldraøkið o.s.fr. Hvussu íløgurnar skuldu plaserast nakað nógv ár fram í tíð. Metingin kann geva eina ábending um, at tørvur er ikki á einari politiskari kumpass, men gongdin hesi seinastu 2-3 árini benda á, at veruleikin er í holt við at yvirhála hagfrøðisligu metingina. Tí verður tørvur á politiskum metingum í ólukkumáta, um verandi vøkstur heldur fram.

Um mánaðarskiftið februar/mars var fólkatalið tað mesta nakrantíð, síðani fleiri kommunur í Eysturoy kastaðu saman í eina kommunu - Runavíkar kommunu. Tað táttaði so væl í, at tað restaðu 24 fólk í at fólkatalið fór um tey fýra túsund.

Sum tað sæst á stabbamyndini, so vita vit, at sveiggj eru vanlig í fólkatalinum í Føroyum og harvið í teimum ymsu kommununum, og oftast er osøkin sveiggj í búskaparligu fyritreytum landsins.

Vit hava leingi havt ein búskaparligan hákonjunktur, og fyri fyrstu ferð nakrantíð er fólkatalið í landinum farið upp um hálvt hundrað túsund. Orsøkin til stóra vøksturin man vera hin sami í Runavíkar kommunu sum í landinum yvirhøvur, og vit eiga kanska at minnast til, at sveiggini ofta eru størri í eini kommunu, sum stendur á privatum vinnulívi heldur enn einum stórum almennum geira. Fólk flytur samsvarandi útboðnum av arbeiðsmøguleikum.

Sum støðan er, bendir kortini onki á, at stígur kemur í vøksturin, og væntast kann, at fólkatalið fer upp um 4.000 í næstu framtíð. Heldur vøksturin fram, er tað bara ein uppaftur meiri spennandi avbjóðing fyri tey, sum búgva í økinum, og ein politisk avbjóðing fyri tey sum sita fyri valdinum í Runavíkar býráð. Tey skulu gjøtla til miðis eftir nýggjum tørvi á skúla, ansingar og eldraøkinum v.m.