HEIM
13.05.2019

Syng við í Løkshøll

Hóskvøldið 16. mai kl. 21 skipar NSÍ fyri hugnaligum syng við kvøldi í Løkshøll.

Væleyðnaða kvøldið seinasta ár, har Hilmar Jan Hansen, saman við húsaorkestrinum, undirhelt okkum, verður endurtikið hóskvøldið 16. mai í Løkshøll

Í ár verður tað Bill Justinussen, sum førir dirgentstokkin, orkestrið og okkum ígjøgnum kvøldið við sangi og undirhaldi. Í steðginum verða m.a. leskiligar smakkiroyndir frá Faroe Origin, kaffi og okkurt afturvið at fáa.

Tiltakið varir á leið tveir tímar.

Møtið í góðum sanghýri.

Atgongumerkir á 160 kr., við tónleiki, undirhaldi og mati, fáast á loksholl.fo ella við dyrnar.

NSÍ