HEIM
03.07.2020

Svimjihøllin nærkast

Eftir drúgvar fyrireikingar samtykti Runavíkar býráð hin 31. oktober í 2017 fíggjarliga karmin, sum teknast kundi innanfyri, í arkitektakappingini um eina svimjihøll í Runavík. Í somu samtykt varð staðfest, at hetta ikki skuldi skiljast sum ein samtykt um at byggja svimjihøllina, men heldur soleiðis, at málið, í politiskum høpi, nú lá í tveimum skiftum:

• Fyrireiking av bygging fram til eitt møguligt útboð.
• Politisk avgerð - um svimjihøllin skal byggjast ella ikki.

Síðan kapping var um at sniðgeva svimjihøllina í Runavík, á vári 2019, hevur tað verið arbeitt miðvíst við at fyrireika verkætlanina.

Á heysti 2019 varð ráðgevaraavtala gjørd við vinnaran av kappingini, BBP Arkitekter úr Keypmannahavn, hetta er sama felag sum á sinni sniðgav hina eyðkendu Bylgjuna.

Hetta seinasta árið hevur verkætlanin flutt seg frá skitsum til verkætlanaruppskot, og hava brúkarabólkar, umboðandi eitt nú svimjiítróttina, skúla- og barnaansingarøkið og eldraøkið, í fleiri umførum givið týdningarmikil og bøtandi ráð, soleiðis, at verkætlanin nú í mestan mun tekur hædd fyri ynskjunum hjá ymsu brúkarunum. Lokale- og anlægsfonden (LOA-grunnurin) hevur somuleiðis verið ráðgevi í tilgongdini frá byrjan.

Svimjihøllin fer at fevna um ein 25 metrar langan hyl við 8 geilum, har dýpið í djúpara endanum er 4 metrar, ein stuttleikahyl við økubreyt, eitt vælveruøki við heitum hyli, saunum og guvubaði etc.

Svimjihøllin verður partur av ítróttardeplinum Bylgjuni, - tí er sniðið í ætlaðu svimjihøllini uttan sum innan eitt framhald av tí bygninginum.

Í løtuni verður seinasta hond løgd á útbjóðingartilfarið, sum verður sent arbeiðstakarum/fyritøkum um hálvan august. Innleiðandi tilboð verða latin inn seinast í oktober mánað í ár, og síðan verður samprosjekterað fram til á vári 2021.

Um Runavíkar býráð á vári 2021 tekur avgerð um at fremja verkætlanina, verður byrjað beinanvegin, og kann svimjihøllin tá takast í nýtslu sløk tvey ár seinri, í januar mánað 2023. Tað verður nývalda býráðið, sum tekur við politiska valdinum við árskiftið 2020/2021, ið kemur at taka avgerðina, um hendan íløgan skal raðfestast ella ikki.

Á myndunum sæst hvussu ætlaða svimjihøllin tekur seg út uttan, vestaneftir, - og innan, frá stuttleikahylinum og eystureftir. Móttøkuøkið sæst í ovasta høgra horni, og undan loftinum hongur ein pallur, har kavast kann niður í djúpara endan í hylinum.