HEIM
30.09.2020

Svimjihøllin í útboð

Síðan borgarstjórin vegna býráðið hin 09. september 2019 skrivaði undir ráðgevaraavtalu við BBP arkitektar, umboðaðir av Evu Jarl Hansen, um sniðgeving og ráðgeving av einari svimjihøll, einum vatnmentanarhúsi, í Runavík, hevur verið arbeitt miðvíst við at menna verkætlanina.

Umboð fyri ymsar brúkarabólkar - innan barnaansing og skúla, svimjivenjing og kapping og tey ið onkursvegna hava serligan tørv - hava í fleiri umførum gjørt viðmerkingar og givið góð hugskot til verkætlanina.

Seinastu tíðina hava ráðgevar fyrireikað tilfar til eina útbjóðing millum føroyskar entreprenørar, og verður tilfarið sent út um einar tríggjar vikur. Á fundi í Keypmannahavn í dag, millum BBP arkitektar og Runavíkar kommunu, vóru øll viðurskifti avgreidd soleiðis, at at hetta nú kann fremjast í verki.

Um miðjan november verður licitatión, og síðan fara ráðgevandi arkitekturin og vinnandi entreprenørurin undir eina tilgongd, til tess at neyvætla verkætlanina. Sambært tí tíðarætlan, ið sett er út í kortið, verður spakin til svimjihøllina í Runavík settur í á vári 2021, og tekur tað síðan sløk tvey ár at byggja høllina. Klárt kann harvið vera at leypa í hylin báðu megin við 1. februar 2023. Men hetta veldst sjálvandi um hvørja støðu býráðið, sum verður valt hin 10. november og tekur við um árskiftið 2020/2021, hevur til ætlanina. Um hon skal fremjast ella ikki.

Í verkætlanini er dentur lagdur á at røkka flest møguligum brúkarum. Venjing og kappingar fara fram í 25-metra langa hylinum, sum hevur 8 geilar og lýkur krøv til altjóða svimjikappingar. Hylurin fer heilt niður á 4 metra dýpi í djúpara endanum, og kann tí eisini nýtast til kaving, útlop frá platforminum, sum hongur undir loftinum, og ymsan leik í vatni.

Undirvísing og spæl fara fram bæði í stóra hylinum og serliga í stuttleikahylinum, sum hevur tvær grynri dýpdir – ávikavíst 50 cm og 90 cm. Undir liðuni á honum er ein økubreyt, sum við sera brøttum halli fer heilt úr 5,3 metra hædd.

Í einum serligum parti av høllini er eitt vælveruøki við tveimum saunum, dampbæði, og einum 34-stig heitum hyli, sum kann nýtast til ymsar venjingar, og sum strekkir seg frá vælverøkinum og út gjøgnum veggin vestureftir.

Umklæðingin á niðaru hæddini fevnir um umklæðing til kvinnur og menn og tvey smærri umklæðingarhøli, sum eru ætlaði familjum og fólki, ið hava hjálpara við sær.

Ovara hæddin fevnir um inngongd, móttøku og uppihaldsøki, eina balkong og fundarhøli. Harumframt verða umklæðingarhølini, sum hoyra til ítróttarhøllina umskipað og betrað.

ES: Komandi vikurnar fara uppsløg, sum vísa, hvussu svimjihøllin ætlandi fer at síggja út, at hanga í glugganum hjá Visit Runavík út ímóti Heiðavegi, soleiðis, at áhugað kunnu síggja verkætlanina.