HEIM
27.06.2019

Svimjihøllin eitt trivaligt fet fram á leið

Á býráðsfundinum í kvøld – í Funningi - tók býráðið einmalt undir við at geva borgarstjóranum og umsitingini heimild til at fara í samráðing við BBP Arkitektar, vinnaran av arkitektakappingini, fyri at fáa í lag eina avtalu um at neyvætla eina svimjihøll í Runavík.

Væntandi tekur tað eitt ár at røkka hesum málinum. Tá er svimjihallarmálið búgvið at bjóða út, og veldst alt tá um politiska viljan at fremja málið, sum er komið og farið um býráðsgáttina, frá tíð til aðra, í meiri enn hálvthundrað ár.