HEIM
23.10.2020

Suvereniteturin kemur heimaftur – og hvat so?

Setanarrøða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, helt á Faroexpo-ráðstevnuni í Løkshøll í dag: Brexit – møguleikar og avbjóðingar.

Ein tann gitnasta fótbóltsmyndin um okkara leiðir, og hjá okkum í mínum aldri, er, táið sálaði danin Henning Jensen hongur akrobatiskur í loftrúminum og skallar ein bólt í nettrolið á Wembley. Tú situr eftir við einum varðhuga av, at tyngdarmegin hevur slept honum eina løtu – hetta var 3. januar í 1973. Stóra Bretland, Írland og Danmørk høvdu í 1972 tikið avgerð um at lima seg inn í EEC, og hesi trý londini spældu hetta kvøldið ein fótbóltsdyst ímóti einum liði umboðandi tey seks londini, sum frammanundan vóru umboðað í felagsskapinum.

Beckenbauer, Netzer, Müller, Vogts, Neeskens, Van Hanegem og Trésor, hetta ljóðar møtimikið, men hin 35 ára gamli Bobby Charlton hevði ikki lagt árarnar inn. Hann leggur nógv fyri í vinstra borði og leggur bóltin presist í krúllin á Henningi inni í brotsteiginum, og hesin skorar til 1-0. Seinri sparkar Colin Stein bóltin í netið til 2-0, sum verður endaliga úrslitið.

Í mun til sigurin á kenda leikvøllinum í London, hevur heimsveldið Stóra Bretland um somu tíð tikið avgerð um at lata nakað væl at sínum suvereniteti frá sær til ein felagsskap, har argasti fíggindin, í einum heimstríði, nøkur ár frammanundan, situr við miklum mæti. Huglagið millum fraklendingar og bretar hevði nú heldur ikki verið nakað at reypa av, tí vóru tað helst mong sum ivaðust í, um eitt gamalt heimsveldi, ið hevði havt ræði á stórum parti av heiminum, kundi trívast á EEC-básinum, har ið aðrir fyri stóran part stjórnaðu øllum.

Tað er ongin loyna, at eg altíð havi havt eitt bleytt hjarta fyri oyggjunum fyri sunnan, stóra grannanum. Fastir mín giftist einum soldáti í Søldarfirði, harvið átti eg nøkur systkinabørn í Birmingham. 3 ára gamal – jólaaftan í 1958 – stóð eg saman við mammu mínari á bryggjuni í Ellesmere Port, nakað sunnanfyri Liverpool, og bíðaði eftir at landgangurin á skipinum, sum pápi mín sigldi við, var settur í land. Hetta er tað fyrsta sum eg yvirhøvur minnist frá mínum egna lívi.

Eftir tað havi eg vitjað hetta landið óteljandi ferðir í maritimum ørindum við skipi og á annan hátt, og eg trívist so ómetaliga væl millum fólkið í bretsku oyggjunum. Ein serlig civilisatión, serlig medferð og sjáldsom evni at taka ímóti fremmandum fólki. Tey hjálpa tær, ert tú ikki nóg knáur í móðurmáli teirra, kann vera, at tað er ein orsøkin til, at eingilskt gjørdist heimsmálið.

Havfiskiskapurin hjá føroyingum knýtti okkum nærri at grannanum sunnanfyri. Saltfiskurin varð seldur til katólsku londini við Miðjarðarhavi, klippfiskurin til katólsku londini í Caribiu og Latínameriku, meðan feski marknaðurin hjá okkum var í Onglandi og Skotlandi. Burturúr hesum fóru vit at drekka te, Gin og Whiskey. At eta bisquit og eingilskar karamellur. At brúka wire, twain og merlespíkarar. Lótu okkum í tweed jakkar úr vaðmali av Uttaru Hebridunum. Og í føroyska málinum er ein hópur av eingilskum orðum, úr vinnuligum høpi, sum eru viðurkend í móðurmáli okkara, skipað eftir okkara mállæru. Ein vinningur.

Vit vóru sjálvi partur av stríðnum, um rættast var at fara uppí hendan kontinentala handilsklubban EEC ella ikki. Komin í ávirkiliga aldurin – 16-17 ára gamal í 1972 – gjørdist stríðið um føroyskan EEC-limaskap líkasum eitt megintema heilt niður í okkara aldur. Tíbetur valdu føroyingar ikki tann lutin, at lata spísikamarið, havleiðirnar, upp í hendurnar á øðrum at ráða yvir og at stjórna. Fiskimarkið varð flutt út á 12 fjórðingar á grækarismessu í 1964 og út á 200 fjórðingar 1. januar 1977, og er í dag, og verður tað ivaleyst í allari framtíð, búskaparliga grundarlagið undir hesum samfelagnum. Ansast má bara eftir, at nationala lóggávan heldur fyri trýstinum, ið nú fer at koma, eftir at møguleikarnir hjá øðrum grannum tódna munandi av bretsku avgerðini. Tað ræður um at halda eyga við lensiportrunum og botnventilunum, til tess at forða fyri, at fremmandur kapitalur ikki fer avstað við búskaparliga grundarlagnum hjá okkara eftirkomarum.

Nú taka bretar ta avgerðina, sum vit í grundini tóku í 1972, at standa uttanfyri EEC, sum í dag er ein væl trivaligari felagsskapur undir heitinum ES. At ein so týdningarmikil leikari fer av einum vølli inn á ein annan, at royna síni kynstur, kann kennast ørkemlandi í tí tað hendir, men á sama hátt sum sagt verður at “a crisis is an opportunity not to be missed” hava broytingar og rembingarnar í kjalarslóðini eisini møguleikar við sær. Eisini hjá samstarvspartnarum í grannalagnum, - t.d. okkum.

Stjórnmálsliga hendir ikki annað enn tað, at Stóra Bretland tekur tann suverenitet heimaftur um Ermasund, sum teir fluttu yvir um Kanalina fyri skjótt hálvari øld síðan. Kortini eru millumrokningarnar nógvar – størri og minni. Í teimum liggja avbjóðingar, sum ein civiliserað tjóð sjálvandi fer at takla, hóast onkrar truplar túgvur vera at sleppa um ta fyrstu tíðina. Vøddarnir plaga at harðna í andróðri, og hví tað annars í miðlum verður gandað upp sum ein trupulleiki, at eitt land tekur alt ræði aftur til sín sjálvs, í stjórnmálum, tað er mær ein gáta. Tað er íborið flestum okkara, at vit ynskja at stjórna okkara egnu viðurskiftum.

Bretsku oyggjarnar og Føroyar eru næstu grannar. Nú, teir í væl størri mun fara at ráða sær sjálvum, eigur samstarv á politiska, mentanarliga og handilsliga mótinum at vera ment munandi. Á fiskivinnupolitiska økinum verður Stóra Bretland nú ein sjálvstøðugur aktørur, og eigur hetta at geva báðum pørtum møguleikar, hóast onkur eldri føroyskur útróðrarmaður man minnast ilt aftur á tíðina, táið eingilsku trolararnir tóvaðu inn í klettin og mangan tóku føroyskan húkareiðskap við sær í ferðini.

Stóra Bretland er nú farið frá einum tilvali til eitt annað. Fyri hálvari øld síðan valdu teir europeiska meginlandið og nú valdu teir aftur at gerast ein sjálvstøðug oyggj í Norðurhøvum. Vónandi og væntandi fer tað at hava við sær nógv størri samstarv, fyri okkara viðkomandi, í ókomnum døgum, vikum og árum.

Hetta vetrarkvøldið á Wembley, táið Henning Jensen, sáli, stútaði bóltin í meskarnar eftir eina sending frá Bobby Charlton úr vinstra borði og Stein seinri gjørdi tað til 2-0, varð hildið, at hitt liðið leikti væl betri, - kortini taptu teir. Á einari fólkaatkvøðu á sumri í 2016 kom ein óvæntað sending inn í politiska brotsteigin frá einum meiriluta av bretska fólkinum, og spurningurin er nú, hvussu og á hvønn hátt Boris Johnson fær eksekvera tann bóltin í málið soleiðis, at okkara góði granni fyri sunnan verður so væl skøddur sum gjørligt til eina ókenda framtíð.

Í landafrøðiligu sferuni, vit eru partar av, stendur eitt søguligt gap opið, og tá plagar at bera til at finna skilagóðar loysnir, sum røkka langt fram í tíð. Hetta fara vit at hoyra meiri um frá fólki, sum hevur væl meiri skil fyri herrópi ráðstevnunnar enn undirritaði, sum við hesum orðum fer at ynskja okkum eina munadygga ráðstevnu undir heitinum: Brexit – møguleikar og avbjóðar.