HEIM
07.06.2018

SUMMARHUGNI Í ELDUVÍK 9. juni

Rættur summarhýrur er í Elduvík í hesum døgum, nú bygdin spílar seg út til hugnadagin.
Tiltakið, sum nevnist
Summarhugni, verður leygardagin 9. juni og byrjar við morgunmati kl. 10 í teltinum, sum er sett upp til høvið.

Av tiltøkum ígjøgnum dagin verður millum annað hugni, barnaspøl og børnini sleppa at royna hitapottar í bygdini. Harumframt vera ymiskir túrar skipaðir runt um í bygdini, har Kaj Høgnesen greiðir frá um húsini og staðseting.

Kirkjan verður opin, og ávís tíðspunkt á degnum fer Dánjal Martin Hansen at greiða frá í kirkjuni.

Skúlin er opin allan dagin, har høvi verður at síggja myndasavnið.

Seinnapartin er ætlanin at grilla og borðreitt verður eisini við breyði og føroyskum viðskera.

Fyrireikarnir hava havt úr at gera og hava lagt seg eftir at allur matur og alt tilfar verður latið ókeypis til dagin. 

Tiltakið er alment og verður sum nevnt leygardagin 9. juni.

Niðanfyri er útgreinað skrá:

Skrá:

kl. 10.00: Tjaldið letur upp

kl. 10.00: Morgunmatur

kl. 10.30-16.30: Myndasavnið í skúlanum er opið

kl. 10.30-16.30: Blotísur (slush ice) at fáa við Músastein

kl. 11.00-16.00: Kirkjan er opin

kl. 11.00-17.00: Hitapottar eru tøkir til børnini

kl. 11.30: Túrur runt í bygdini, har Kaj Høgnesen greiðir frá um ymisku húsini og støðini

kl. 13.00: Dánjal Martin Hansen greiðir frá í kirkjuni

kl. 13.00: Breyð við føroyskum viðskera í teltinum

kl. 14.30: Túrur runt í bygdini, har Kaj Høgnesen greiðir frá um ymisku húsini og støðini

kl. 15.30: Grill – pylsur og búffar

Harumframt:

- Børnini kunnu læna ymiskar leikur, so sum hoppibond, elastik, krit, glúpar og spannir.

- Flakar vera í ánni

- Onkur bjóðar kaffi og vaflur í havanum

- Til ber at bukka beinini við kaffi og vikubløðum í túninum hjá onkrum

- Kanska verður togtogan – um onkur bjóðar av