Leygardagin 17. november kl. 13.00 verður Strandavegurin alment tikin í nýtslu . Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennum hátíðarhaldi í "Kafeteria" í ítróttarhøllini á Skála.
Skráin fyri dagin:
Á Strondum, við vegamótið omanfyri Hulk
Kl. 12.00: Lokalu ítróttarfeløgini skipa fyri renning inn á Skála eftir nýggja Strandavegnum.
Á Skála, omanfyri ítróttarøkið
Kl. 13.00 Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sker snórin.
Bilafylgi koyrir eftir nýggja vegnum út á Strendur og aftur.
Aftaná bjóðar Landsverk øllum til alment hátíðarhald í "Kafeteria" í ítróttarhøllini á Skála.
Øll eru vælkomin.