M/S Deutchland liggur ídag við Runavíkar havn. Ferðamannaskipið legði at kl 12.00 og væntast at liggja til kl 19.00.
Myndin er tikin á brúnni, frá vinstru 1. stýrimaður á Deutschland, Hans Jacob Lamhauge (borgarstjóri) Oda Ellingsgaard (Kunningarstovan) Jóhan Mortensen (umboðsmaður), Herbjørg H. Jøkladal (Kunningarstovan) og skiparin á Deutschland.
Niðri á havnaøkinum hava menn frá kommununi sett telt upp í sambandi við hesa forvitnisligu vitjan. Inni í teltinum er ein kunningarstova til taks til ferðafólkið, føroysk suppa fæst til keyps frá Sjócaféini, og eisini hevur Orkis ymiskar minnis- og gávulutir til sølu.
Shuttel bussar koyra til Glyvra forminnissavn, gjøgnum Runavíkina, út á Toftavatn, runt Agnið, fram við gomlu kirkju á Nesi og Fríðrikskirkjuni á Toftum. Bussarnir koyra ½ hvønn tíma.
Hoyvíks Tours skipar eisini fyri bussferðum runt oynna. Vitjanin gingið væl og fólk eru sera væl nøgd.