Estetisk ungdómslið hjá Støkk luttaka í altjóða kapping í Prag, sum verður tann 26.-27. apríl 2008.
Kvinnuunglingar 14-16 ár luttaka í World Challenge Cup II. Hesar hava vunnið gull í báðum steypakappingunum í Føroyum og hava eisini vunnið steypakappingina. Tað eru 7 fimleikarar á kvinnuunglingaliðnum.
Í World Challenge Cup II luttaka lið úr ymsum londum í heiminum sum Finland, Estland, Russland og Kanada.
Gentuliðið 12-14 ár er bjóðað av Kekkiska fimleikasambandinum at luttaka í kekkisku landskappingini fyri børnum, ið verður fyriskipað samstundis sum World Challenge Cup II.
Hetta er fyrstu ferð, at Fimleikafelagið Støkk tekur stig til at fara til eina altjóða kapping í estetiskum fimleiki við so ungum fimleikarum. Mett verður, at tað er sera týdningarmikið, um vit skulu standa okkum í altjóða høpi í framtíðini, at okkara fimleikarar síggja og uppliva støði hjá øðrum topp-fimleikarum í sama aldri.
Tað eru 11 fimleikarar á Gentuliðinum.
Farið verður úr Føroyum mikudagin 23. apríl og komið verður aftur til Føroyar 28.apríl. Við í ferðalagnum eru 24 fólk, (18 fimleikarar, 4 venjarar og 2 foreldur).
Tá ið komið verður aftur til Føroyar, skulu liðini luttaka í FM, sum verður í høllini á Hálsi
3.- 4. mai.
Seinasta sunnukvøld høvdu liðini saman við hinum estetisku liðunum í felagnum framsýning fyri foreldrum, nevnd og innbodnum. Fyri at túrurin skuldi eydnast, hevur verið neyðugt at savna nógvan pening. Fimleikararnir ynskja hervið at takka øllum stuðlunum hjá ferðalagnum. Ferðast verður í jakkum við búmerkjum hjá stuðlunum.