HEIM
18.09.2020

Støkk upp konsert

Í morgin, leygardagin 19.09.2020 verður støkk upp konsert á pallinum í Runavík beint við kommunuskrivistovuna.
Fyrst trína Jassarnir á pallin. Teir hava júst útgivið eitt staklag, sum óiva verður at hoyra.
Síðani framføra Edith og Allan, sum eisini hava givið nýtt tilfar út, saman við bólkinum hjá sær.
Framførslan byrjar kl. 13.00

Øll eru hjartaliga vælkomin!