HEIM
Lurta
13.11.2020

Starvslýsing: Vatnmeistari til Runavíkar kommunu

Runavíkar kommuna søkir eftir vatnmeistara. Í kommununi eru 15 bygdir, sum allar hava kommunala vatnveiting. Í vatnveitingartoyminum eru 1 vatnmeistari og 2 vara-vatnmeistarar.

Arbeiðið fevnir um:
• Leiðsluuppgávur
• Rakstur og samskipan av vatnveitingunum
• Yvirvaking við stýrisskipan
• Viðlíkahald av vatnveitingunum
• Dagligt innaneftirlit
• Dagarbeiði og vaktarbeiði uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
• Skráseting í GIS
• Ráðgeving í sambandi við víðkan av vatnveitingarskipanini

Førleikakrøv:
• Maskinmeistaraútbúgving ella aðra líknandi útbúgving
• Koyrikort til persónsbil

Vit sóknast eftir vatnmeistara, sum:
• Er opin og fyrikomandi
• Hevur góð samstarvsevnir
• Er framsøkin og dugir at taka ábyrgd
• Eigur evnini bæði at virka í toymi og arbeiða sjálvstøðugt

Løn er sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til býarverkfrøðingin Maritu Hentze á telefon 23 70 70.
Umsókn, saman við CV, mynd, avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um, skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 6.desember 2020. Søk starvið umvegis leinkið: www.runavik.fo/ Leys størv. Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.

Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum, og búgva uml. 4.200 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa.