HEIM
28.05.2020

Starvslýsing: Skúlavørður til Runavíkar kommunu

Í sambandi við, at skúlavørðurin í Skála skúla fer frá vegna aldur, verður søkt eftir skúlavørði til skúlar í Runavíkar kommunu.

Tú fært høvuðsábyrgdina av skúlabygningunum á Skála, í Oyndarfirði, í Funningsfirði og Funningi, og kemur saman við skúlavørðinum í Runavíkar kommunuskúla at vera partur av einum toymi, sum í felag varðar av skúlabygningum í Runavíkar kommunu. Tær kann vera álagt at hava eftirlit við øðrum bygningum hjá kommununi eisini.

Runavíkar kommuna fevnir um 15 bygdir. 4 skúlabygningar verða nýttir til skúlabrúk í dagtímunum. Aðrir verða nýttir til dagstovna- og frítíðarvirksemi. Annars er fjølbroytt mentanarnar- og frítíðarvirksemi í skúlabygningunum. Daglig skúlagongd er t.d. í Skála skúla og Oyndarfjarðar skúla, meðan Funningsfjarðar skúli og Funnings skúli meiri virka sum bygdarhús.

Arbeiðsuppgávur
Tú fært høvuðsábyrgd av at tryggja røkt og viðlíkahald av skúlabygningunum Skála skúla, Oyndarfjarðar skúla, Funningsfjarðar skúla og Funnings skúla í samráð við teknisku deild hjá kommununi.

Tú fært ábyrgd av at skipa reingerðina og arbeiðið hjá reingerðarfólkunum.

Vit sóknast eftir eini eldsál at halda okkara skúlabygningar í góðum standi og at tryggja at teknisku skipanirnar virka.

Dagliga samstarvið er við teknisku deild, sum varðar av bygningum hjá kommununi, og við skúlaleiðslurnar á staðnum. Somuleiðis er samstarv við aðrar stovnar, sum húsast í skúlabygningunum.

Førleikar
Rætti umsøkjarin hevur hondverkaraútbúgving, góðan tekniskan sans, gott eyga fyri røkt, og er nærlagdur og sjálvmotiverandi.

Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í skúlabygningunum, og er tað tí ein treyt, at skúlavørðurin er fyrikomandi og tænastusinnaður.

Skúlavørðurin kemur at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt, og er tí neyðugt at tola broytingar og vera virkin í hesum broytingum.

Løn
Løn er eftir avtalu við støði í viðkomandi sáttmála.

Setan
Miðað verður eftir at seta starvið skjótast tilber.

Umsóknir
Umsóknir skulu latast inn her á heimasíðuni.

Umsóknarfreistin er mánadagin 22. Juni 2020 kl. 12.

Nærri kunning
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sølva Reinert Hansen, mentanarleiðara, við telduposti til solvi@runavik.fo ella við at ringja á tel. 221226.

Sí lýsingina her